Hey tú, ið fært ilt!
Tú sigur, at hann tendrar teg ikki ordiliga, og tað hevur sínar orsakir. Tað kann vera so nógv, ið ger, at tú ikki ordiliga tendrar av honum. Tú kanst royna at finna fram til, hvat tað er, sum ger, at hann ikki tendrar teg ordiliga. Tá tú veitst hví, ber til at finna út av, um tað er nakað, sum kann broytast við hansara atburði og um tit kunnu tosa um, hvat tað er. Tað er so ymiskt, ið tendrar eina kvinnu. Tað kann m.a. vera hansara atburður, um tú kennir teg trygga saman við honum, um tit hava tað stuttligt saman, um hann fær teg at kenna teg væl, ella kann tað eisini vera nakað kropsligt, bæði við útsjónd, kropslukti og reinføri. Tú sigur einki í brævinum, um tú hevur havt sama trupulleika, tá tú hevur verið í song við øðrum, um tú hevur verið í song við øðrum. Um tú sjálv hevur onkrar kensluligar trupulleikar, t.d. við manglandi áliti á øðrum fólki ella manglandi sjálvsáliti ella ónøgdsemi við teg sjálva, kann tað eisini ávirka títt kynslív, og tað kanst tú sjálv fáa hjálp fyri. Tú kanst altíð kjatta við okkum, um tú hevur tørv á tí.
Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin