Í endanum av brævinum nevnir tú eina gentu, ið tú enn hugsar um, men sum tú ikki komst nærri inn á, tí tykkara vegir skiltust. Tað fær meg at hugsa, um tú enn hevur kenslur fyri tí gentuni, ella um tú bara vilt siga mær hetta, so at eg veit meira um teg og kann hjálpa tær betri. Nå, men tú situr beint við síðuna av gentuni, ið tú ert forelskaður í, og tú roknar ikki við, at hon hevur somu kenslur fyri tær. Tú hevur helst onkra grund til at halda tað, og tí skalt tú fara varliga fram, um tú ætlar tær at tosa við hana um tínar kenslur.
Tú sigur ikki so nógv um tykkara samband annars. Tað er altíð gott at hava gott samband við hana, tí har frá kunnu tit so koma tættari at hvørjum øðrum, um tit rigga væl saman. Hvussu tit rigga saman, finnur tú út av, um tit hava tað stuttligt saman, um tit flenna eftir teimum somu tingunum, um tit kunnu hava eygnakontakt, og hvørji eygnakast tit senda hvørjum øðrum, um tú følir teg væl viðfarnan av henni, og um tú ynskir at fara væl við henni. Um tú heldur, at hon er góð og áhugaverd at tosa við, og um hon er forvitin eftir at vita nakað um teg. Nú nevndi eg eina rúgvu av tingum, ið kunnu vera við til at avgera, um tit eru á bylgjulongd og kunnu fáa tað gott saman. Tú kanst kanska brúka okkurt av hesum.
Viðvíkjandi tínum atburði, ið er blivin ávirkaður av happing frá fyrr, er tað heilt natúrligt, at tað setur síni spor. Gott at tú ert so tilvitaður um tað. Tað kann hjálpa tær at arbeiða við einum parti av tínum atburði, ið tú ikki ert so nøgdur við í dag. Tú ert vælkomin at venda tær aftur til okkara ráðgeving, um tú vilt koma nærri inn á happingina frá fyrr, hvussu tað hevur ávirkað teg, og hvussu tú kanst fáa tað betri við tí. Tú ert eisini vælkomin at kjatta við okkum, um tú vilt koma nærri inn á tínar kenslur fyri gentuni. Í øllum førum vil eg ynskja tær góða eydnu við kærleikanum og lívinum sum heild!
Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin