Search
Close this search box.
Hey eg havi einaferð skorið meg í armin, men eg segði mammu míni tað, og alt var gott, men eg kann ikki sova og eg gráti onkuntíð, men eg tími ikki at siga tað til míni foreldur tí at eg tími ikki at uppliva tað aftur:(  

Hey IMNH !
Gott at hoyra at tú ert hildin uppat við at skera teg í armin og tað er eisini gott, at tú hevur tosað við mammu tína um tað. Tú ljóðar sum ein genta sum ger nakað fyri at bøta uppá tingini sum níva teg
Men so sigur tú, at alt var gott, men at tú kanst ikki koma yvir tað og ikki fært sovið og, at tú onkuntíð grætur. Tað ljóðar ikki gott. Tá tú ikki tímir at siga tað fyri foreldrunum aftur, er tað so fyri at tey ikki skullu blíva kedd ella er orðsøkin ein onnur? Tí um so er, so skalt tú vita at foreldur tola væl at blíva kedd, tað er næstan verri hvis tey ikki vita av at tú gongur og hevur tað ringt. Tí tað ljóðar sum um at tú hevur foreldur sum tú kanst tosa væl við. Men um tú onkrusvegna ikki vil tosa við tey, kanst tú so ikki taka eitt prát við heilsusystrina á skúlanum, tær kunnu verða góðar í ráðum.
Annars so ert tú vælkomin til at skriva, ringja ella gera brúk av kjattinum á Tú & Eg Ráðgevingini, vit hava opið mánadag og hósdag frá klokkan 14.00 – 22.00. So kanst tú betur forklára hvat tað er, sum ger teg kedda, og hvat tú meinar við at tú ikki tímir at uppliva okkurt aftur – ??? – So kunnu vit vónandi betur ráðgeva tær.

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…