Search
Close this search box.
Eg eri ein genta :I? – eg havi eina besta vinkonu og hana eri eg mega glað fyri :) hin er forelskað í einum drongi sum gongur í okkara flokki ( vit øll trý ganga í sama flokki ) og hon bara tosar um hann allatíð? Eg haldi at tað er so irreterandi : Eg sigi tað við hana : ikki allatíð tosa um hann? og sovorið men hon sigur bara tvætl í teg? Og so er tað eisini at hon er byrja at blíva mega fúl? Hon segði: ‘eg eri so horny’. Men nú sigur hon bara: ‘áh eg hevði gjarna vilja verði nakin saman við honum nú’. – og eg eri forelskað í einum dreongi sum ikki gongur í okkara flokki og eg haldi at hann er so fittur & nokso lekkur, men mín besta vinkona sigur bara: ‘eg forstandi teg ikki’. Eg føli meg so illa at hon allatíð tosar um hann og eg geri einki við tað meir, men so tá ið eg byrji at tosa um tann eg dámi sigur hon bara: ‘eg fati teg ikki’. Please svara skjótt, tí at eg eri nokso desperat?

Hey “In love”
Ja hvør segði at tað skuldi vera nemt at vera forelskaður og so omaná tað heila hava eina vinkonu sum eisini er forelskað, tað vil siga at tit báðar ganga smáforvirraðar og forelskaðar rundt og vilja hava forstáilsi hvør frá hvørjum øðrum.

Tit eru 13 ár og skulu royna grensurnar hjá hvørjari aðrari, tað er strævið og kann verða ringt tí nógvar misskiljingar kunnu vera tykkara millum. Nógv hendur í tykkara lívið nú tit eru 13 ár, tað sum tit gjørdu fyri einum árið síðani gera tit kanska ikki í dag.
Tit eru kanska eisini við einum vegamóti, har tit skulu finna útav um vinarlagið hjá tykkum kann bera at tit eru ymiskar. Kanska tit hava brúk fyri at verða saman við øðrum eina tíð, tað nýtist ikki at merkja at tit eru óklárar ella aldrin kunnu fylgjast aftur, meira fyri at tit ikki skulu blíva ordiliga óvinir.

Annars so mást tú mást siga við vinkonuna at um tú skal lurtað eftir henni, má hon eisini lurtað eftir tær. Tá hon sigur at hon ikki skilur teg, tí tær dámar drongin, kanst tú bara verða glað fyri at tit ikki eru forelskaðar í sama drongi. Men hinvegin, kanst tú gott siga við hana at tær dámar hann og at tú verður kedd tá hon allatíð tosar ringt um hann. Hon kann sjálvandi hava sína meining, men tað særir teg tá hon allatíð ger vart við tað.
Góðar vinkonur eru fyri tað fyrsta góðar við hvørja aðra og virða hvørja aðra og virða tað sum hin tímur og tað sum hin ger. Tað skal sostatt vera pláss hjá tær at tosað um hvussu kedd tú verður um tann eina allatíðina skal hava rætt, men hon kann eisini blíva kedd um at tú ikki tímir at lurta eftir henni meira.
Hopi tit finna út av tí og um hetta svarið var eitt sindur fløkjut, so mást tú endiliga skriva aftur til okkara.

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…