Search
Close this search box.
Heey. Men eg eri forelskað í einum drongi, sum, jaa hann kennir meg og eg og hann, havi kent hann í 6 ár. Vit eru vinir, men eg eri so forelskað í honum. Nú fyri 3 vikum síðani, fekk eg at vita, at honum dámdi meg ordiliga væl, og vit vóru ordiliga góð saman. Men so knappiliga broyttist alt, og vit bara klændrast, og mær dámar hann enn, men eg veit ikki um honum dámar meg, og eg føli so hann roynir eftir mínari bestu vinkonu allatíð, men eg vil gjarna hava hann, tí hann er bara so fittur. Kunnu tit siga hvat feilar millum okkum!?

Hey tú sum ert so forelskað!
Tú skrivar at tit bæði hava verið ordiliga góð, men at tit nú klændrast, og at tú nú ivast í hvørjar kenslur drongurin hevur fyri tær. Tað er ringt at siga hvat tað er sum er galið millum tykkum. Tað besta hevði nokk verið at tú spurdi hann um tað. Eg veit ikki hvussu leingi tit hava verið góð, men í tykkara aldri broytast kenslur ofta skjótt, tí tað hendir so nógv í kroppinum og í sinninum tá man er 13 ára gamal. Tað er ikki altíð lætt at vera í einum parlagi… heldur ikki fyri vaksin fólk! Tað týdningarmesta er tí at tosa saman og fortelja hvørjum øðrum um man er keddur av onkrum, ella um hin hevur gjørt okkurt sum særir ein. Vónandi finna tit eina loysn!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…