Hey tú sum nevnir teg ”innilæst”.
Ok! Eg fari ikki at geva tær ráðini, at tú skalt royna at siga tína meining ella at tú skalt fáa tað út. Men eg eri glað fyri, at tú skrivar til okkara, tí tað ljóðar, sum at tú hevur tað nokkso ringt. Og eg haldi at tad er flott, at tú roynir at fáa hjálp, heldur enn at bara læsa teg meira og meira inni. Tað er týdningarmikið, at tú lærir teg at koma út við meiningunum, viðmerkingunum og øðini. Tí haldi eg, at tú skuldi tosað við onkran vaksnan, sum tú hevur álit á. Tad er nemliga ikki altíð so lætt at gera tílíkar broytingar sjálvur. Men tað sum kundi hjálpt tær, er at funnið út av ”HVÍ” tú ert so konfliktsky og bangin fyri at klændrast. Hetta eru spurningar, sum tú – ella helst saman við einum vaksnum – kanst seta tær sjálvari. Eg tosaði eina ferð vid ein drong, sum hevði tað sum tú, og var bangin fyri at siga sína meining, og vit fóru at ”kanna” hví. Vit komu fram til, at hesin drongurin var bangin fyri at hin parturin fór at blíva illur, og tí fór at missa alt fyri honum, og ongantíð blíva góður við hann aftur. Men tá vit so vendu tí við, funnu vit eisini út av, at hesin drongurin sjálvur ongantíð misti alt fyri einum, sjálvt um hann bleiv illur inn á ein annan. Tí fann hann út av, at tad var OK at hann segði sína meining, sjálvt um hetta hevði vid sær, at onnur vórðu ill inn á hann.
Vóni at tú kanst brúka hesi ráðini til okkurt – kanska tú kanst vísa onkrum vaksnum hetta svarið og á tann hátt koma víðari við einum práti við onkran. Um ikki, so mást tú endiliga skriva aftur.
Blíðar heilsur,