Hey hey!
Fyrst skalt tú vita, at tú hevur skriva eitt gott bræv, sum lýsir væl tína støðu. Tú kennir teg einsamalla og innilukkaða, og tað er ikki gott. Tað ljóðar sum tú ert í eina kreppu, orsakað av, at tú onkursvegna ert svikin av einum drongi. Tað er trupult at vera tann sterka, sum tú ynskir tær, tá ið tú kennir tann óttan, sum er í samband við at missa ein, sum tú elskar. Tað er ikki gott, at tú ikki tosar um tað, tí tað ljóðar sum tú hevur tørv á at tosa um tað. At syrgja tekur tíð, men kemur tú gjøgnum sorgina, so gerst tú sterk, og so fert tú m.a. at kenna, hvussu smáligt tað er at tosa ringt um onnur.
Onkuntíð kanst tú spyrja seg sjálva: hvussu hevði eg sagt við mína vinkonu, um tað var hon, sum stóð í somu støðu?
Eg vóni tú finnur ein vaksnan, sum tú kann práta við. Annars kann tú skriva ella kjatta inn aftur, um tú ikki hevur fingið hjálp. Eisini hevði tað verið gott fyri teg og títt samband við onnur, at tú venur teg spakuliga at fortelja eitt sindur um teg sjálva, tí tað skapar betri vinarlag og álit, bæði fyri teg og tíni vinfólk. Tað eru tíbetur ikki øll fólk, ið tosa ringt um hvønn annan.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin