Góða tú!
Takk fyri brævið! Deiligt at tær dámar heimasíðuna hjá okkum, og at tú vildi skriva til okkara. Tað ljóðar, sum tað hevur verið ein stór sorg fyri teg, tá ið tað varð liðugt ímillum teg og sjeikin. Hjartasorg nívir og bítir og tað kann taka langa tíð at koma yvir. Eg skilji væl, at tú varð kedd um at tað varð liðugt tykkara millum. Hóast tað ikki gekk so væl, so kann mann saktans verða keddur, tí at mann alíkavæl er góð við viðkomandi. Tað ljóðar sum ert tú komin inn í eina ónda ringrás av keðiligum tonkum og kenslum. Tað at tú ert nógv fyri teg sjálva og situr í egnum tonkum kann verða við til at viðlíkahalda tunglyndi, ið tú upplivir fyri tíðina. Tað kann vera ein trupulleiki, tí at ofta tá ið vit eru kedd vilja vit vera einsamøll, hóast tað hevði verið best fyri okkum at verið saman við øðrum. Vit menniskju kunnu hugsa nógvar undarligar tankar, og vit eru ofta ómetaliga góð til at hugsa neiligar tankar um okkum sjálvi. Tað er tó týdningarmikið at minnast til at tankar eru ikki sannleikar, hóast tað kann kennast soleiðis.
Tað er ikki so lætt at siga akkurát hvat er rætt hjá tær at gera í hesu støðu, annað enn at tað er gott fyri teg at seta orð á tað, ið nívir teg. Tað kann eisini vera so skjótt, at eg komi við einum ráði, sum als ikki hóskar seg til akkurát tín trupulleika. Tó haldi eg, at okkurt má gerast, tí at henda ónda ringrásin má brótast. Eru nakrar løtur har tú kennir teg væl, og um so er, nær? Hvat fær teg at slappa av? Eru onkrar vinkonur tær dámar at vera saman við? Tað hevði verið gott fyri teg at komið meira út, so at tú ikki er so nógv einsamøll við tonkunum. Tað kann vera ein avleiðing og avleiðingar eru góðar, tá ið høvdið er við at bresta. Er nøkur vinkona, ið tú hevur tað gott saman við? Tær nýtist ikki at fortelja viðkomandi, hvussu tú hevur tað, men kanska gera okkurt hugnaligt saman (hyggja at filmi, ganga ein túr, baka eina kaku). Ver góð við teg sjálva, og royn at hugsa jaligar tankar um teg sjálva. Eg veit, at tað er tungt í løtuni, men støðan kann broytast!
Eg kann lítið ætlað, at tað er tungt hjá tær, at bera uppá allar hesar tankar og kenslur sjálv og eg vóni, at tað hevur verið ein uggi fyri teg at skriva hetta brævið. Eg veit, at tú ikki orkar at tosa við nakran beint nú. Tó vil eg siga, at tað er linnandi at lætta sær hjartað, og tú kanst altíð logga teg á kjattið hjá okkum ella ringja, mánadagar ogella hósdagar og siga okkum, hvussu gongur hjá tær. Vit vilja fegin hoyra frá tær. Um tankarnir um at sleppa burtur, ella tankar um at doyggja fylla nógv fyri teg, er tað sera umráðandi at tú fært hjálp. Tá ber eisini til at ringja til egnan lækna og greiða honumhenni frá støðuni.
Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin