Search
Close this search box.
eg vil gjarna at tit geva mær ráð.. ella bara lesa og siga hvat tit halda.. Mítt lív er fucked up, øll onnur halda tað er nice, og tað virkar ikki sum eg havi problemir, men mítt problem… er mín stórasystir, hon skal altíð stjala mínir vinir, hon dugir ALT!!! Hon teknar, Syngur, dansar, ella bara whatever she does she’s good at it!! hon forstýrrar mítt lív.. øll tey vaksnu dyrka hana.. siga at eg eri for emotionel, Ikki sammeta teg við systir tína, !! FOR HELVITI HVUSSU KANN EG LATA VERA TÀ TEY SIGA TAÐ?! eg eri fucking misfostra.. ljót, feit.. Dugi illa í øllum!! hví EG?! So situr hasin gamli handicappaði fanin uppiyvir mær meðan eg siti og tekni vi mínum nýggja tablet.. rósar mær, og biðir meg so ikki sammeta meg við Hana!! so Viski eg alt og fari úr hølinum, við telduni! hasir idiotarnir..

Takk fyri brævið!
Hetta er ein óheppin støða hjá tær at vera í, nú tú sært teg sjálva og kennir teg sum tað svarta fárið í familjuni. Trupulleikin er helst byrjaður fyri langari tíð síðan, tá tú ert so fylt við vreiði í dag. Okkurt er kanska hent millum teg og systir tína, sum hevur koyrt kavabóltin á rull ella hevur tú altíð havt hasa kensluna? Tú ert ill, skeldar og bannar, tá tú greiðir frá, at tú ert øvundsjúk á stórusystur, tí hon dugir alt so væl. Øvundsjúka sigst at vera ein tann ringasta kenslan at basa og hon krevur nógv, tí talan er um at venda neiligum tankum um seg sjálvan til jaligar, og tá ein megnar tað, ber eisini til at basa øvundsjúkuni. Tú umtalar tína familju virðisleyst, og greiðir frá, at tey royna at tosa við teg, men at tað bert øsir teg meira. Tað kann ikki vera ein trupulleiki hjá systir tíni, at hon dugir væl, og at tú ikki unnir henni tað væl. Tín trupulleiki við ringum hugsanum um teg sjálva, kann ikki stýra restini av familjuni so nógv, at tey ikki kunnu rósa henni, tá hon hevur uppiborið tað. Tað, sum tú kanst gera fyri at venda gongdini, er at tosa við onkran vaksnan um, hvussu tú hevur tað heima og í mun til teg sjálva og at tú hevur brúk fyri at fáa betri sjálválit og sjálvsvirði. Tað kundi kanska verið heilsufrøðingurin í skúlanum ella tín flokslærari, ið kundi hjálp tær at venda tínum tankum. Tú hevur heilt víst nógv gott í tær, sum vil sleppa út. Tað er í lagi, at tú ert ill, og tað kann eisini vera ein drívmegi í eitt tíðarskeið, men eg rokni við, at tú eisini vilt verða glað og nøgd, bæði við teg sjálva og saman við øðrum.
Um eina tíð dugir tú helst mangt og hvat, eins væl og systir tín, kanska ikki tað sama, men so okkurt annað. Tú ert tú og skalt ikki líkjast systir tíni. Báðar hava tit styrkir og veikleikar. Hon er eitt ár eldri enn tú, og tað merkist nú, men um nøkur ár, fer tað ongan týdning at hava.
So tað er bara at fara í gongd við at styrkja teg sjálva, soleiðis at tú kanst byrja at síggja tað góða í tær sjálvari og øðrum. Legg einki í, um tú mást biðja um hjálp frá øðrum. Tað eru tey vaksnu, ið hava ábyrgd av, at børnini trívast, og tú hevur eisini uppiborðið alt tað besta.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…