Góða tú sum heldur at tað er irriterandi.
Tú spyrt hvussu tú kanst vita, hvat ein góð vinkona er, og um tú ikki eigur at kunna stóla upp á øll. Nei, eg haldi ikki, at ein eigur at kunna stóla upp á øll – also øll øll. Vit eru ymisk, summi hava lætt við at stóla upp á onnur, meðan onnur skulu hava longri tíð, áðrenn tey kunnu stóla upp á onnur. Tað er tó altíð týdningarmikið at hava eitt sindur av fyrivarni og ikki fortelja øllum um okkurt, sum tú ikki vilt, at øll skulu vita. Nógv fortelja, at tey bert hava ein ella fáar góðar vinir, sum tey kunnu tosa við um alt. Eg skilji væl, at tú heldur at tað er irriterandi, at vinkonurnar hjá tær fortelja tað víðari, sum tú hevur fortalt teimum og ikki vilt, at tær skulu fortelja fyri øðrum. Kanska tú kundi roynt at greitt teimum frá, at tú verður kedd og skuffað, tá tær fortelja okkurt víðari? Kanska tit eisini í felag kundu tosað um, hví ein fortelur ”hemmiligheitir” víðari; eg rokni ikki við, at tað altíð er fyri at skaða hvønn annan. Kanska tit eisini kundu tosað um, hvat ein góður vinur er? Summi siga, at tey hava brúk fyri einum vini, sum sigur teimum ímóti og summi ikki. Onnur siga at tey hava brúk fyri vinum, sum tey kunnu tosa við og onnur siga, at tey hava brúk fyri vinum, sum tey til dømis kunnu fara í biograf við. Bestu ynskir og góða eydnu við tí.
Tú & Eg Ráðgevingin