Hey — eg kenni eina gentu sum er í mínum flokki, og eg eri mega forelskaður í henni, men eg veit ikki um eg skal spyrja um vit skulu ganga saman. Vit eru góðir vinir, og eg eri bangin fyri at vissi eg spyrji hana vera vit ikki so góðir vinir longur… hjálp.

Hey ‘ivandi drongurin’!
Í øllum førum vil eg ráða tær til at síggja tíðina ann. Hinvegin mást tú taka eina støðu fyrr ella seinni, um at spyrja hana. Sigur hon ja, er alt jú gott, men hon kann eisini siga nei, so tað mást tú eisini vera fyrireikaður uppá. Tú kanst kanska forhoyra teg hjá onkrum vinmanni ella onkrari góðari vinkonu hjá gentuni, sum tú heldur teg kunna líta á, um hvat tey halda. Tú kundi eisini roynt at send henni ein sms, og spurt, um tað er í lagi, at tit eru bara vinir, ella um hon kundi hugsað sær okkurt meira. So manst tú fáa at vita hvat hon hevur hug til.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg