Search
Close this search box.
Eg dugi ikki at brúka tíðina eg havi her á jørðini, eg havi onga motivation til at gera nakað til nyttu, eg havi mist áhugan fyri alt og allir dagar eru tað sama,( alt byrjaði í 5 flokki tá ið abbi mín doyði og aftaná tað var tað bara downhill) eg geri alt bara verri fyri meg sjálvan við at ivirhugsa meg til panic anfall, eg skumpi vinfólk vekk við at halda at tey øll hata meg og vilja helst halda seg vekk og at tey eru heilt líka glað um meg, men so er tað eisini at tey næstan ongantíð kontacta meg sum fær meg at trúgva tí eg hugsi. Tá ið eg royni at kontacta tey endi eg við at ikki gera tað alíkavæl tí eg hevði ivirhugsa so illa at eg fekk panic anfall. Eg ivirhugsi alt eg geri og sigi, eg ivirhugsi dagligt um ting eg havi gjørt sum eg agri, eg ivirhugsi alla samlu tíðina og eg eri næstan blivin svøk av tí. eg dugi ikki at vera í einum rúmi við fór nógvum fólki tí eg endi sum oftast at rýma út har frá, tí eg ivirhugsi so eg rými út so kann eg bara hava panic anfall einsamøll, mín ivirhugsan hevur fingið meg at halda lítið av mær sjálvari so at eg haldi at eg ikki fortjeni nakað, so tá ið fólk vísa eitt sindur av umsorgan fyri mær veri eg sum eitt klistur til tey og veri “ obsessed “ men eg veit ikki hví. Eg havi ofta spurt míni foreldur um phycolog men tey siga bara við meg at einki er gali við meg so eg pjøvist ikki nakað sovorit men eg vil gjarna sleppa vekk frá ringu kenslunum eg havi. Eg eri blivin troytt av øllum Men Tað einasta sum heldur meg álívið er hundurin hjá mær og omma mín men tey fara ein dagin at ikki vera har longur og tá havi eg ongan

Góða/i tú

Tað ljóðar at vera sera hart at vera tú og at tú hevur stríðst síðstu áleið 5 árini, síðani tú misti abba tín. Um vit tosaðu saman hevði eg viljað hoyrt meira um hvørjar tankar tú hevur um deyðan. Men tú kann eisini seta teg niður og skrivað fyri teg sjálva: Hvørjar tankar tú hevur um deyða; hvar heldur tú abbi tín er í dag; hvat abbi tín merkti fyri teg. Skriva niður tankar og kenslur sum verða vaktar í tær, tá tú hugsar um abba tín.

Tað er gott at hoyra at tú hevur hund og ommu, sum merkja nakað fyri teg í dag. Ja, ein dagin fara tey, tað er víst, men beint nú eru tey og tú her. Tú kann hugsa um hvussu tú kann vera meira saman við teimum og venja teg við at hugsa um tær góðu kenslurnar og tankarnar sum tey vekja í tær. 

Tú yvirhugsar og tað kann enda við panikk anføllum. Hvar og hvussu kann tú venja teg at hava hugsi-frí og frið. Er nakað stað har tú følir frið, ella er nakar aktivitetur tú kann gera fyri at venja teg at hava frí og frið fyri tankum? Tað kann vera ymiskt, t.d. at ganga ein túr, teknað, lurta eftir tónleiki v.m. okkurt sum tú tímir at gera. Heilin og kroppurin hava gott at av hava frí og frið viðhvørt, ella blíva vit troytt og útkoyrd, sum ávirkar tankar, kenslur og atferð. 

Hetta kann hjálpa til at tú betur kann orka “teg og lívið” og orka betur vinfólk og bøta um motivasjónina.  

Minst til tað krevur venjing og tá kann tú fáa tað betur. Soleiðis sum tú hevur tað, skal ongin hava tað. 

Tað er gott tú skrivar inn. Til ber eisini at ringja inn og fáa eitt prát á 116 111, tað er eisini anonymt, t.v.s., at vit síggja ikki títt telefonnummar.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…