Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr
Ivist
Spurningur:
Héejj tit... Eg haldi tað er mega cool, at tit hava eina heimasíðu hvar ið man kann skriva um síni problemir, uttan at onnur skulu vita hvør tað er. Men her kemur mín eitt lítið sindur trupulleikin hjá mær. Eg treni øgiliga nógv svimjing, og eg haldi tað verða mega skeg. Men eg vil eisini gjarna vera saman við vinkonunum, og tað kann eg næstan ongantíð, tí eg skal trena. Eg veit ikki hvat eg skal gera, tí eg elski at trena svimjing, men eg haldi eisini tað er skeg at verða saman við vinkonunum í býnum o.s.v. Tær blíva ofta nokso súrar, um eg sigi at eg ikki kann verða saman ein dag tí eg skal trena. Hvat skal eg gera?
Svar:
Ja tú stendur í eini tvístøðu millum vinkonur og tann seriøsa ítróttin, og tað er ikki altíð so lætt. Men hinvegin so ljóðar tað, sum at at tær dámar væl svimjingina. So legg endiliga ikki hana á hyllina, men halt áfram við at svimja. Tað er ógvuliga umráðandi at hava frítíðar áhugamál ið einum dámar væl, tá man er ungur. Viðvíkjandi vinkonunum, so mást tú siga við tær hvussu støðan er. Tosa við tær, og sig við tær, at tær dámar væl at vera saman við teimum, men at tú ikki kanst ganga líka nógv í býnum sum tær, tí tú svimur. Hinvegin so kunnu tit avtala okkurt hugnakvøld, tá tit so kunnu fara í býin ella gera tað tit hava hug til, onkuntíð tá tað liggur væl fyri hjá tær og so annars hugna tykkum, tá tit eru í skúlanum ella hvar tit nú eru saman. Men minnst til, at tað er umráðandi at tit virða hvørja arða og tað ið tit gerða hvør í sær. Tí mást tú siga við tær, at tú ert glað fyri, at tit eru so góðar vinkonur, men at svimjing er nakað sum hevur nógv at týða fyri teg og tekur nógv av tínari tíð beint nú. Vónandi skilja tær tað. Tí góð vinarbond byggja á virðing og umsorgan fyri hvørjum ørðum.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin