Search
Close this search box.
Umskylda men.. hvat hevur man gjørt galið tá ið man hevur fingið kreft… eg veit at onkur fær tað tí at hannhon hevir roykt for illa .. men passar tað at man kann fáa kreft av at vera á telduni uttan at hava eina músamáttu undir músuni? … hopi at tit kunna fortelja mær okkurt sum man hevir gjørt skeivt… og um hatta passar ? So verði eg méga glað :x ‘

Hey tú, sum ivast!
Krabbamein er ein ræðandi sjúka, ið kann raka okkum øll. Tað er tó sera ymiskt hvussu álvarsom sjúkan er, alt eftir hvar í kroppinum krabbin er og hvussu væl ber til at viðgera sjúkuna.
Krabbamein kann raka øll og vit kenna ikki allar orsøkir til hví summi fáa krabbamein og onnur ikki.
Vit hava ongantíð hoyrt um, at vandi er fyri at fáa krabbamein um ein ikki brúkar músamáttu – tað ljóðar, satt at siga, sum ein skrøna.
Tú hevur rætt í, at tað er meiri sannlíkt at ein, ið roykir fær krabbamein í lunguni, enn ein, ið ikki roykir. Men hetta merkir tó ikki, at øll, ið roykja, fáa lungakrabba – eins og ein, ið ongantíð hevur roykt, eisini kann fáa lungakrabba.
Sostatt ber ikki til at siga, at øll, ið fáa krabba, hava gjørt nakað skeivt.
Vónandi svarar hetta tínum spurningi.
Tú kanst eisini lesa meir um krabbamein á heimasíðuni hjá ‘Føroya Felag Móti Krabbameini’: www.krabbamein.fo
Føroya Felag Móti Krabbameini hjálpir og ráðgevir um krabbamein.
Á heimasíðuni kanst tú eisini fara inn undir ‘ráðgeving’ og síðani ‘spyr ráðgevan’, so kanst tú skriva til teirra – tú kanst t.d. royna at senda teimum eitt avrit av tínum spurningi herfrá.

Bestur heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…