Search
Close this search box.
Eg eri ein genta, sum er 15 ár. Eg vil gjarna hava sex við einum drongi, sum eg kenni. Men hann virkar ikki til at vera interesseraður í mær. Hetta er tó fyrstu ferð, at mær dámar ein drong, tí eg ivist í, um eg eri biseksuel. Tí mær dámar eisini gentur. Tá eg fingri mær, hugsi eg altíð um hann. Nú kort síðam havi eg keypt mær eina dildo. Tá eg brúki hana, hugsi eg altíð um hann. Eg tendri uppá tað. Hjááálp mær!!!!

Hey tú, ið ivast, um tú ert biseksuel!
Tað eru nógv í tínum aldri, ið ivast í, um tey eru til gentur, drongir ella til bæði. Tað er natúrligt at vera í iva, í tannárunum, og tað eru eisini fólk, ið ivast, hóast tey eru blivin eldri. Tó eru tað tey flestu, ið finna út av sínum seksuella samleika , sum tey búnast sum menniskju. Tað at tú tendrar uppá henda drongin er bara eitt tekin til tín um, at tað er okkurt við honum sum persóni, sum tú verður drigin at. Akkurát hvat tað er, veitst tú best sjálv. Tú sigur, at hann ikki er áhugaður í tær. Tú hevur tó hug at hava sex við honum. Tað seksuella sambandið, sum tú ynskir at hava við hann, kann ikki gerast veruleiki, um tit bæði ikki hava áhuga í tí . Tú biður meg hjálpa tær. Eg vil bara ráða tær til at taka tað róligt við tínum kynsligu royndum. Tað er meira umráðandi at fáa gott samband við onnur ung, at fáa vinir, at møta øðrum eins og tær sjálvari, við forvitni og virðing, og bara njóta tað. Tá kanst tú spakuliga finna út av, hvør tú ert sum menniskja, vinur, tannáringur og  hvør tín seksualitetur er. Tað, sum hevur størstan týdning, tá tú skalt gera tær seksuellar royndir, er at ansa væl eftir tær sjálvari, at virða teg sjálva og onnur, og at ikki fara út í nakað, sum tær ikki dámar.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…