Search
Close this search box.
Hey.. Eg ivist so ræðuliga nógv hvat eg skal gera… Eg havi ein sera góðan vin, sum øll halda er sjeikurin hjá mær, men tað er hann ikki.. Vit eru ógvuliga væl, hava verið í song saman, men vit eru bara vinir, veit væl at tað var skeivt, men gjørd gerð far onga vend.. Men tað er tað at eg ivist í um eg nú dámi ein annan drong, sum eg eisini eri góður vinur við, men tann fyrri drongurin dámar so illa at eg tosi um hin.. Uppá ein máta virkar tað sum eg dámi hvørgan, men vil hava báðar.. Hvat skal eg gera?? Einki skil á, men jaja

Hey
Kærleikin kann verða trupul, og tann einasta, sum hevur svarið uppá hvønn av teimum báðum tú dámar, tað er tú. Tú noyðist rætt og slætt at hugsa teg væl um, hvønn av teimum tú veruliga dámar. Um tað er trupult at finna útav, við bara at hugsa um tað, so kundi tú roynt at skriva niður, hvat tú dámar við teimum báðum, og hví tú dámar hvønn av teimum.
Tað ljóðar eisini sum at tann fyrri drongurin er øvundsjúkur tá tú tosar um tann næsta. Hava tit tosað saman um tað at tit hava verið saman ella er tað nakað sum bara er hent?
Tú mást gera tær greitt um tú ert til reiðar at missa vinskapin við báðar ella um vinarlagið merkir meira enn tað seksuella. Eg trúgvi ikki at teir tíma at ivast í hvar tínar kenslur eru og vilja tí kanska velja ikki at verða vinfólk við teg meira um tú velur annan sum sjeik.
Tá tú ivast í um tær dámar ein ella ikki, er best at bíða til tú ert heilt sikkur. Tað er ikki sikkurt at ein av hesum báðum er tann rætti fyri teg.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…