Search
Close this search box.
Hey. Eg eri ein 20 ára gamal drongur, sum havi 2 yngri systkin. Nú er tað so, at pápin í hesari familjuni ikki er mín biologiski pápi. Mamma mín og fosturpápin drekka illa. Hvønn dag aftaná arbeiðstíð situr mamma mín og drekkur. Tíðirnar sum hon drekkur broytast eisini, tað verður bara fyrr um dagin! Fosturpápi er ikki altíð heima, men so tá ið hann er heima, drekka tey. Faktiskt so sita tey altíð við alkoholi í hondini. Tey fata tað ikki at tey hava eina stóra ábyrgd fyri mínum systkjum. Eg havi roynt at práta við tey um hettar ótalligar ferðir, men har hendir ikki nakað. Eg fái bara skeld og skal halda kjaft og hvat veit eg. Eg kláraði ikki longur, nú havi eg so aftur tikið meg saman, havi tosað við tey aftur, men nú eri eg so blivin blakaður út, og míni ting. Royndi at siga, at tað er ikki rætt at liva so sum tey gera. Segði eisini at tit sleppa ikki at liva sum tit gera, so leingi sum míni systkin búgva her. Nú eri eg so farin vekk. Tí um eg blívi við endar tað nokk við vold. Tað er so nógv sum eg kundi sagt. Kunnu tit hjálpa mær og mínum systkjum vekk frá hesari familjuni? Um tað ber til kunnu vit eisini tosa í telefon um hettar.

Góði J.
Tú hevur ein stóran trupulleika, men fyrst vil eg siga at tú er fantastiska óførur, bæði tí tú hevur roynt at tosa við foreldrini, og tí tú skrivar inn til okkara nú. Systkini hjá tær eru sanniliga heppin at hava teg, í øllum hesum her!
Tað sum nokk er best fyri teg at gera, er at fáa onkran annan vaksnan at hjálpa tær við hesum málinum. Tað kanst tú gera við annaðhvørt at ringja til barnaverndartænastuna og greiða frá støðuni. Har eru dugnalig fólk sum fegin vilja ráðgeva tær og hjálpa tær at loysa trupulleikan. Tær nýtist ikki at uppgeva navn og adressu í fyrstu syftu, um tú ikki vilt. (Barnaverndarstovan hevur tlf: 302495, tey kunnu so vísa tær á barnaverndartænastuna í økinum, har tú býrt).
Blái Krossur hevur eisini ráðgeving til familjur við alkoholtrupulleikum, so hagar kanst tú eisini ringja. Nummarið er: 315575. Har eru somuleiðis fólk, ið kenna hendan vandan væl, og fegin vilja hjálpa.
Tú spyrt um vit kunnu tosa í telefon um hetta, tað kunnu vit gott og tú ert meira enn vælkomin at ringja til okkara á 116 111, mánadag ella hósdag, millum kl. 14.00 og kl. 22.00, so kunnu vit tosa eitt sindur meira um hettar, og saman finna ta loysnina, sum tú heldur vera frægasta.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…