Search
Close this search box.
Hvussu kann man hjálpa sær sjálvum við at ikki verða bangin fyri landsroyndum? Tí eg eri so bangin:( mamma og babba fara at finna útav at eg eri blivin verri í øllum:( tey fara bara at spyrja hví og eg vil ikki siga hví…

Góða/Góði tú

Takk fyri brævið.

Tú skrivar at tú er bangin fyri landsroyndum. Tað eru nógv børn og ung ið eru bangin fyri royndum. Vit vita at tað ikki fær tín ótta burtur, men so veit tú at tú ikki er einsamallur/einsamøll.

Tínir lærarar vita nógv um hvussu tað er hjá børnum at vera bangin fyri landsroyndum. Tú kann siga við læraran at tú er nervøs um royndina, so kann hann hjálpa tær og geva tær nøkur góð ráð – hvat heldur tú um tað? Heldur tú at tað kanska eru onnur børn í flokkinum hjá tær sum eisini eru bangin fyri royndum? Kanska lærarin kundi tosa við allan flokkin eisini?

Visti tú at landsroyndir eru har fyri at tú skal fáa so góða undirvísing sum gjørligt? Tú følir kanska at landsroyndir bert eru har fyri at finna útav hvussu tú klárar teg. Men landsroyndir eru har mest fyri at hjálpa tær víðari.

Tú skrivar at tú ikki vil siga við foreldrunum, hví tú er farin at klára teg verri í skúlanum.

Nú vita vit ikki hvat tað er sum ger at tú ikki vil siga tað við foreldur tíni, ella hví tú klárar teg verri. Men vit vita at ein slík samrøða er torfør at seta hol á. Tað er bara umráðandi at tú fær tosa um tað, soleiðis at foreldur tíni ella lærarin fáa at vita, at tey skulu stuðla tær í hesum. Nú hevur tú skriva eitt bræv til okkara og vit vóna at tú kann halda fast í tínum dirvi at biða um hjálp.

Eg vóni at hetta svarið hjálpti. Tú er hjartaliga vælkomin at ringja til okkara á 116111. Har eru ráðgevar sum eru vanir at lurta og hjálpa.

Kærar heilsanir,
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…