Search
Close this search box.
Góðan dagin =) Mín trupuleiki er at eg eri forelskaður í míni bestu vinkoni, eg vil ikki missa hana, hvat skal eg gera?

Hey
Tað átti ikki at verið ein trupuleiki at verða forelskaður. Tað átti at verið ein deilig heit kensla,
men so er ikki altíð.
Hevur tú nakra hóming av um hon eisini er forelskað í tær, ella veist tú at hon ikki er? Og so
hugsi eg hvussu leingi hevur tú havt hesar kenslurnar fyri henni?
Tað nemmasta vildi verið at sagt við hana at tú var góður við hana og so vita hvat hon sagði. Tú
skrivar at tú vil ikki missa hana, men ert tú sikkur í at tú missur hana um tú letur hana vita at tú
ert góður við hana? Tí um so er so skal tú hugsa teg væl um og hugsa um hvussu tú ætlar tær at spyrja hana og hvat tú ætlar tær at siga um hon avísir teg. Og so er tað ikki tað sama at vera vinfólk og at ganga saman.
Men tað eru nógvir mátar at spyrja uppá. Nú veit eg ikki hvussu nógv tit eru saman, og hvussu væl tit tosað saman, men ein máti er at spyrja hana er, hvussu hon heldur at ein drongur skal siga við eina gentu at hann er góður við hana. Spyr hana um hon er forelskað í nøkrum. Spyr um hon torir at siga við ein drong at hon er forelskað. Spyr um hon hevði kunna blivið forelskað í einum vinmanni.
Um tað nú er so keðiligt at tú veist at hon ikki hevur somu kenslur fyri tær – mást tú góðkenna tað og so gleðast um at tit framhaldandi eru vinfólk.
Men áðrenn tú spyrt um nakað so er gott líka at fornemma hvar hon er henni, har meini eg, at tú líka loddar dýpi, er onkur annar drongur hon hevur hug á, vísir hon kanska sama áhuga yvurfyri tær sum tú vísir yvurfyri henni og so víðari.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…