Hey hey!
Hatta er ein góður spurningur, ið tú kemur við. Soppur í skeiðini er tann mest vanligi undirlívsbrunin. Ofta kann soppur líkjast øðrum slagi av undirlívsbruna, so um tú ikki hevur havt sopp fyrr, er bestam at tú fert til lækna at fáa staðfest, um tað er bruni ella okkurt annað. Læknin fer hellst at spyrja teg, hvussu tú hevur tað, og hvussu hetta kennist, og síðan fer hann at gera eina undirlívskanning. Læknin kannar fyrst uttari kynsgøgnini, tvs kynsvarrar, skeið og lívmóðirháls. Síðan fer hannho varisliga at merkja eftir innaru kynsgøgnunum, tvs lívmóðir,eggjaleiðara og eggjastokkunum. Eisini tekur læknin eina roynd av vætuni frá skeiðini, har ein vatpinnur verður brúktur. Royndin verður send til laboratorium á tí sjúkrahúsinum, ið tú hoyrir til, har tað verður kannað, um talan er um sopp og um soppur verður staðfestur, so hvat slag av soppi talan er um. Jú betri tú fært slappað av, meðan tú verður kannað, jú lættari verður tað hjá tær. Tá kanningin er liðug, fært tú at vita frá læknanum, nær tú fært svarið av kanningini.
Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin