svara tit øllum sjálvt um tað er nakað býtt og óseriøst?  

Hey Jack & Jones,
Takk fyri tín spurning. Tú & Eg Ráðgevingin er sett á stovn fyri at hjálpa børnum og ungum, sum hava trupulleikar av ymsum slagi, ella til tey sum hava eitthvørt, sum tey hava tørv á at tosa við ein vaksnan um, ella sum tey ynskja at spyrja um. Ráðgevingin vil fegin svara nógvum ymiskum spurningum. Men um brævkassin fær nógvar óseriøsar spurningar, og brævkassaráðgevararnir noyðast at brúka tíð uppá at svara hesum brøvum, so er tað synd fyri tey børnini, sum veruliga hava okkurt sum tey bíða eftir at fáa svar uppá, ti so tekur tað longri hjá hesum børnum at fáa svar.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg