Góða genta.
Sum tú sjálv sigur, so er hetta ikki ein trupuleiki, ið ein lækni kann hjálpa við. Hetta er ikki ein sjúka á nakran hátt, men heilt vanligar kenslur at hava, tá ein er í ein parlagi. Tú skrivar ikki nakað um hvussu leingi tú og sjeikurin hava verið saman, men í byrjanini á einum parlagi kann ein verða ósikkur um ymiskt. Um tit ikki hava verið leingi saman kann hetta eisini bert vera ‘byrjanar-trupuleikar’, ið fara at laga seg. Tað kunnu tó vera nógvar orsøkir til øvundsjúku, men ofta er tað tí báðir partarnir í parlagnum ikki hava tosað um hvussu ein skal fyrihalda seg til ymiskt, ið eru relevant fyri eitt parlag. Hetta kann eitt nú vera aðrar genturdreingnir, hvørjum ein skrivar við, hvussu ein fyriheldur seg í býnum osfr. Eg trúgvi, at tú við at práta við sjeikin hjá tær, og forklára honum hvussu tú hevur tað við øvundsjúku, t.d. hvørji viðurskifti tað eru, ið gera teg øvundsjúka osfr., so kunnu tit avtala tykkara millum, hvussu tit skulu fyrihalda tykkum til viðurskiftini, ið plága tykkum.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin