Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr

Jffjdjdj / Tvangstankar / Hey

Spurningur:

BRÆV 1 - JFFJDJDJ: ! Tit skrivaðu í einum av nógvum av mínum brøvun at eg kundi senda tlf nummar og navn! Og so kundu tit ringja tað upp! Kann man tað? Tí so kann eg gott skrivað tað inn á her! Annars eg eri byrja at skrivað í dagbók! Og at skrivað hvussu eg havi tað nú og so fari eg at hyggja eftir tí 31 december! Eg fari eisini at tosa við heilsusystrina skjótt! Og ætli at spyrja um hon kann hjálpa mær við tvangstankum. BRÆV 2 - TVANGSTANKAR: Hvussu sleppur man av við tvangstankar?Vissi eg ikki geri mínir tvangstankar doyr abbi mín.. hann er 83 og hann haltar hann datt av okkara taki tá hann var 30+!Eg havi tiktok eina Fanpage av (xxxx) og eg havi fingið nógvan hatur og stress! So eg havi tikið eina pausu í 14 dagar !eg helt tað var best fyri meg! Eg var 837373 mega bangin á midnátt eg var bangin fyri ein Neyð rakett fór at enda á takinum hjá okkum.. eg ristist og vildi gráta.. idk...Eg havi skrivað ofta nu! Men pls svara! BRÆV 3 - HEY: Eg skilji ikki hvussu alt lívið kann broytast uppá 1 sekund! Eg var byrja at blíva kedd.. og so bleiv mamma sjúk tað gjørdi tað verri! Eg F*cking hati mítt lív... eg eri so Megaaa Bangin fyri at abbi mín doyr at eg hevði ynkst at hann var deyður árenn eg var fødd...:( idk... pls kunnu tit ikki bara svara eitt líti sindur eg havi ikki tíð at ryngja:( bei:(

Svar:

Góða Genta

Alt bendur á, at hesi 3 brøvini koma frá tær, vit hava lagt tey saman til hetta svarið.

Tað ljóðar gott at tú er byrja at skriva tínar tankar niður og at tú fer at tosa við heilsusystrina skjótt, tað er tað besta fyri teg. Tað er ábyrgdin hjá teimum vaksnu at tú skal hava tað gott, so vit eru glað fyri at tú ger teg klára at siga frá, so tú kann fáa hjálp og fáa tað betur.

Sum vit áður hava skriva til tín er tú vælkomin at senda okkum eitt bræv við navninum hjá tær og einum nummari, so ringja vit teg upp. Upplýsingar um teg leggja vit sjálvandi ikki út á heimasíðu okkara. Men um tað eru ábendingar um at tú hevur tørv á meira hjálp, enn einum práti við okkum – So mugu vit boða frá, so tú kann fáa hjálp.

Sum tú sjálv skrivar, hevur tú skriva nógv brøv til okkum. Vit vilja ráða tær til at fortelja okkum hvør tú er. Hetta merkir bara at tú so kann fáa hjálp og fáa tað betur.

Kærar heilsanir,
Tú & Eg Ráðgevingin