Hey og takk fyri brævið!
Soleiðis sum tú lýsir, hvussu tú hevur tað, líkist tað kropsligum teknum uppá forelskilsi. Nú nevnir tú bert búkilsku, men tað eru nógvar aðrar kropsligar kenslur, ið verða settar í samband við forelskilsi. Tað eru jú sterkar kenslur, ið ein fær, tá ein gerst forelskaður. Kenslurnar ávirka ein bæði kropsliga og sálarliga. Viðhvørt fáa fólk ikki etið, tá tey eru forelskað. Hava ongan matarlist, og tí er eitt orðatak um forelskilsi, ið sigur, at tá livir ein bert av luft og kærleika. Eg hugsi, at tað er kanska orsøkin til, at tú hevur ilt í búkinum? Kroppurin framleiðir hormonið endorfin, tá ein er forelskaður, og tað fær ein at kenna seg heilt øðrvísið enn ein vanliga er. Ein kennir seg væl fyri, ja viðhvørt so væl, at ein kennir seg sum í einum rúsi. Tó er tað ikki altíð, at tann rúsurin varir so leingi, men søtur er hann, og tí dámar fólki so væl at fáa ta kensluna.
Góða eydnu við kærleikanum
Tú & Eg Ráðgevingin