Hey Hey
Tað fyrsta eg hugsi tá eg lesi títt bræv er: Hugsa tú bara um teg sjálva í eina løtu 🙂
Tú skrivar at tú einki hevur ímóti at bíða við at fáa ein sjeik. So eg haldi longu at tú hugsar sera skilagott. Tá eg so lesi títt bræv ordiligt ígjøgnum síggi eg tvey ting:
- eg blívi altíð særd av onkrum dreingi.
- eg vil faktiskt slett ikki hava sjeik beint nú, ella eg havi ikki møtt tí rætta enn.
Vónandi skilji eg hetta rætt?
Eg hugsi at tað er góður samanhangur í hvussu tú hugsar, og tað vil eg fegin rósa tær fyri 🙂 Tú ljóðar til at duga sera væl at lurta eftir tær sjálvari. Tað er so flott at tú sjálv dugir tað, at tú sjálv avgerð nær tú er klár og ikki – og at tú ikki bara ger sum hini.
Men so er tað onnur ting tú nevnir. Tú sigur at ein vinkona tók ein drong tú var væl við. Visti vinkonan av at tit vóru væl, ella gingu saman? Og, visti drongurin av at tit eru vinkonur? Sum tú kann lesa, so hava vit nógvar spurningar, og tað ger at tað er eitt sindur ringt hjá okkum at ráðgeva tær. Men eg vóni at hetta hjálpir.
Eg haldi ikki at tað er gott at tú følir teg einsama, og eg haldi heldur ikki at nakar bara skal finna sær onkran sjeik, bara fyri ikki at vera einsamøll. Eg haldi, at tú skal royna at hugsa um hvat tú sjálv kann gera fyri ikki at føla teg so einsamalla? Hvat dámar tær at gera? Hevur tú nakrar vinir tú kanst gera okkurt stuttligt saman við? Hvørjar dreymir hevur tú? Hvat kanst tú brúka tíðina uppá beint nú, til at náa hesum dreymum?
Tú er altíð vælkomin til at ringja til okkum á 116 111, so kunnu vit fáa eitt prát. Tað er ókeypis og vit síggja ikki hvør tú er.
Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin