Search
Close this search box.
Hey. Eg havi eina vinkonu, sum er forelskað í einum drongi. Hon heldur tað eru bara hon og ein onnur genta, sum vita tað, men eg veit tað eisini. Eg haldi eg havi følilsir fyri henni, men veit ikki ordiliga.

Tað fyrsta eg hugsi, er um tað ger nakað at tú veit at vinkonan er forelskað. Um tit eru vinir hevði eg hildið tað var ok at tú eisini visti tað. Kenslurnar tú hevur fyri vinkonuni, eru tað kenslur av at tú ert bangin fyri at missa hana sum vinkonu, ella ert tú beinleiðis forelskað í henni? Av tí at eg ikki veit júst hvat tað eru fyri kenslur tú hevur fyri henni, er tað eitt sindur ringt at ráðgeva tær í hesum máli.
Í øllum førum, so kundi tú hugsað um, um tit báðar eru so væl, at tit kunnu tosa um hesi tingini… um tað hevði verið gjørligt fyri teg at sagt henni frá kenslunum hjá tær?
Tá tú skrivar at tú ikki ordiliga veit um tú hevur kenslur fyri henni, hevur tú eisini tann møgulleika at bíða eitt sindur, og vita hvat víðari hendir. Við tíðini, verður tað kanska eisini meira greitt fyri teg, hvat tað eru fyri kenslur tú merkir.

Alt tað besta.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…