Search
Close this search box.
Hey!… takk fyri ein super brævkassa! – Sjeikurin fær meg ikki at koma, tá ið hann er í meg, tá ið vit eru í song saman. Hann er 6 ár eldri enn eg. Eg elski hann yvir alt á jørð. Hann sigur altið tá ið vit eru liðug at hann er skuffaður av sær sjálvum. (skal sigast at eg ongantið havi roynt at koma “frá fisuna”, og hann er tann fyrsti eg havi roynt at veri í song saman við) vit hava roynt bæði harligt og variliga, men einki riggar. Hann hevur einki problem við at “reisa seg” ella nakað. Bara eg sum ikki fái komi. Tað er ofta at eg eri um at koma, men so orkar hann simpulthen ikki meira og so steðgar hann. Hvat er galið? Hvat kunnu vit gera?   

Góða Tú!  
Ongar gentur eru heilt eins samanskrúvaðar í neðra. Og ongar gentur “koma” tí heldur heilt uppá sama máta. Summar hava lætt við at koma, meðan hjá øðrum tekur tað longri tíð. Summar koma lættast frá “fisuni ella kusuni” meðan aðrar hava lættari við at koma frá klitoris (tað er lítli knøtturin, ið situr beint yvir skeiðs opnuni). Summar gentur kenna bert eitt lítið “prik” tá tær koma meðan aðrar mestsum skelva um allan kroppin. Hvussu lætt gentur hava við at koma – ella fáa orgasmu – er eisini ávirkað av teirra egnu sjálvsfatan og hvussu tær sálarliga hava tað. Og tað ber illa til hjá einari gentu at koma, um hon ikki slappar av ella kennir seg “trygga”. Orgasma hjá gentum snýr seg faktist oftast um, at tær mentalt tora at “sleppa”.    

Eg haldi at tú og sjeikurin skulla taka tað meira róligt og ikki fokusera so nógv uppá, um tú nú “kemur” ella ei. Tað virkar til at stressa tykkum og so kemur tú so í hvussu so er ikki. Haraftrat hevur sjeikurin hjá tær heldur ikki til uppgávu at fáa teg at “koma” líka so lítið sum tú hevur til uppgávu at fáa hann at “koma”. Hann leggur eitt órímiliga stórt trýst á seg sjálvan, og tað verður ringt hjá honum – og tær –  at vera ordiliga til staðar, meðan tit hava sex.Tú sigur, at onkuntíð ert tú “líka við at koma” og so steðgar hann. Práta við sjeikin um hetta, so hann veit, at ein orgasma tekur tíð hjá tær. Tú kanst eisini royna sjálv at stimulera klitoris við fingrunum, tá tit hava samlegu. Nógvar gentur fáa nevnliga ikki so lætt “fisu” orgasmu uttan at tær eisini stimulera klitoris samstundis. Sex snýr seg ikki bara um at fáa orgasmu. Tað er deiligt, tá tað hendir – men ikki eitt krav. Tit muga eisini kunna slappa av og njóta hvønn annan tá tit hava sex, uttan at nakar av tykkum endiliga skal “koma”. Og so kann tað eisini taka langa tíð at læra hvønn annan ordiliga at kenna seksuelt.  

Tú ert góð við sjeikin hjá tær, tit eru ung og tit hava góða tíð. Men tit eru kanska nakað ótolin. “Gearið” niður, tá ið tit hava sex og fokuserið meira uppá nærleikan og hvønn annan, og minni uppá at “koma”. Og tað er einki galið við nøkrum av tykkum – tit rigga bæði fínt í “neðra”.  

Kærar heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…