Hey “kann man…”.
Eg vil byrja við at siga at vit royna eftir førimuni at svara ØLLUM brøvum sum koma inn, men tað koma so ómetaliga nógv brøv, so svarini koma ikki altíð beinanvegin. Um okkurt bræv verður mett at vera óseriøst, so svara vit ikki uppá tað.
Um tú vilt vita hvussu man onanerar og fríggjar, so vil eg mæla tær til at lesa tað sum stendur á heimasíðuni, undir ‘Eg & Lívið’. Tú kanst eisini fara inn á www.sexlinien.dk og lesa. Har er ein brævkassi, har fleiri hava spurt um tað sama sum tú.
Tað er púra vanligt ikki at hava havt nakran sjeik tá man er 12 ár, tað skalt tú ikki hugsa so nógv um! Viðvíkjandi tí at smyrja sær og at brúka g-strong og BH, so kann eg ikki ordiliga svara uppá tað, tí tað er nakað sum tíni foreldur mugu taka støðu til. Summi foreldur vilja ikki hava at døturnar smyrja sær fyrr enn eftir ein vissan aldur, onnur hugsa øðrvísi um tað, og eins við undirklæðum. So tað skalt tú fara at tosa við tíni foreldur um.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.