Search
Close this search box.
Heeey! Ok, the thing is…. Eg hevði ein sjeik(lat okkum kalla hann x) til uml 3 vikur síðan, vit vóru saman  í 1 ½ ár, og eg var ordiliga góð við hann. Men tað riggaði ikki ordiliga, so vit fóru frá hvørjum øðrum. ( x er 18, eg eri 16) Eg stólaði uppá hann, og vildi gjarna vera vinur við, men bara ikki ganga saman meir. Men so nú, aftaná at vit eru farin sundur, fái eg at vita frá mínari venindu, at x hevur verið og vitjað eina aðra gentu,( sum eisini er ein veninda(Y)) at hyggja eftir filmi osv, meðan vit gingu saman. Eg trúgvi uppá Y, tá hon sigur, at einki hendi ímillum tey, men allíkavæl… EG hevði ikki ligið og hildið um ein drong, meðan eg gekk saman við X, uttan so at eg føldi okkurt fyri hesum nýggja …ella hvat??Liggur man og heldur um ein annan, tá man bara er vinir og hevur damu, ella hevur okkurt annað verið har?? Og nú veit eg ikki, um eg tími at vera vinir við X longur, tí hann virkar bara sooooo falskur fyri meg:0

Góða kedda!
Takk fyri brævið!
Fyrst vil eg siga við teg, at eg skilji væl, at tú ert kedd og følir teg svikna.
Sum eg skilji teg, so hevur tú illgruna um, at tín fyrrverandi sjeikur møguliga hevur verið meira enn vinur við eina av tínum vinkonum, meðan tit gingu saman.
Er tað ein møguleiki ella hjálp fyri teg, at tú tosar við X um, hvat tú heldur? Og at tú fær sagt við hann, at tað als ikki er í lagi frá tínari síðu, at hann hevur verið óerligur móti tær? Og kanska kunnu tit tosa um, hvat hendi? Síðan kunnu tit møguliga finna út av, um tykkara vinarlag kann halda fram.

Góða eydnu!

Blíðar heilsur,
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…