Search
Close this search box.
Hey tit!
Eg havi ein trupulleika. Eg eri ein 12 ára gomul genta, og mamma mín tvingar meg til at spæla uppá eitt ljóðføri, til eg verði 18 ár…og eg vil ikki. Hvat skal eg gera??? :´(

Hey góða “kedda genta”
Tað er altíð keðiligt at vera tvingaður til nakað, man ikki vil. So eg skilji væl tín trupulleika!
Tú sigur ikki nakað um hvat fyri ljóðføri tú spælir uppá, ella hvussu leingi tú hevur spælt. Men um tað er nakað, tú hevur spælt uppá leingi, so skilji eg væl, at mamma tín roynir at fáa teg at halda á fram, tí til tíðir verða vit troytt av onkrum, vit gera, men so koma vit yvir tað. Sum oftast verður man glaður fyri at duga at spæla eitt ljóðføri, tá man er vaksin. Og so er tað spell, um tú gevst, tí tú ert eitt sindur troytt av tí beint nú. Eg rokni við, at mamma tín heldur, at tú ert dugnalig, tað er nokk tí, hon vil, at tú skalt halda á fram at spæla.

Men um tú als ikki hevur hug at spæla á hetta ljóðførið, so kundi tú kanska fingið onkran at hjálpa tær at tosa við mammu tína um tað. Um tú hevur ein pápa, ommu ella mostir, kundi tú roynt at tosa við tey um tín trupulleika. Kanska tey kunnu tosa við mammu tína, ella saman við tær tosa við hana?

Vónandi finna tú og mamma tín útav tí, so at tú kanst verða glað aftur :o)

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…