Search
Close this search box.
Eg havi næstan ongan at spæla við. Í fríkorterinum sleppi eg aldrin at spæla við.

Góða kedda!
Takk fyri brævið! Tú ert røsk at skriva. Eg skilji væl, at tú ert kedd, tí tað er ikki lætt at hava tað sum tú hevur tað nú.
Tað er ringt hjá tær at føla teg einsamalla. Tá børn føla seg einsamøll, er tað ofta ringt at siga tað við nakran, so tað er ordiliga gott, at tú fortelur, hvussu tú hevur tað.
Sum eg skilji, er tað í skúlanum, at tú ongan hevur at spæla við. Vita mamma og pápi tín, at tú ert kedd av, at tú næstan ongan hevur at spæla við? Tað eru tey vaksnu, sum eiga at hjálpa børnunum, tá man er keddur um okkurt.
Tað besta vildi nokk verið, at mamma og pápi tín tosa við tín flokslærara, so at tey kunnu hjálpa tær, so at tú fært tað betri.
Tú ert vælkomin at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf.  116 111. Har kanst tú tosa við ein vaksnan um, hvussu tú hevur tað. Tú kanst eisini altíð skriva aftur.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…