Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr
kedda
Spurningur:
eg havi eina vinkonu sum eg eri ordiliga góð við. Vit vóru nógv saman, men nú aftan á eina tíð er hon byrja at tosa um meg aftan fyri mín rygg........ eg havi hoyrt tað frá vinkonuni hjá mær at hon heldur meg vera irriterandiL og skít býtt Hvat skal eg gera fyri ikki at missa hana?????
Svar:
Góða kedda!
Takk fyri brævið. Gott at tú skrivar inn til Tú & Eg Ráðgevingina um tín trupuleika. Eg haldi, at hatta er ein trupuleiki, sum fleiri gentur í tínum aldri hava at dragast við. Men trupulleikin verður ikki minni av tí. At kenna seg sviknan av síni bestu vinkonu er ikki stuttligt.
Tú sigur, at tú hevur hoyrt frá einari vinkonu, at vinkona tín, hevur tosað um teg, og sagt at tú ert irriterandi og skít býtt. Um tú ert heilt vís í, at vinkona tín hevur tosað um teg aftanfyri tín rygg, so haldi eg, at tú burdi tosað við hana um hetta, fyri at tú kanst fáa greiðu á, hvat hon veruliga heldur. Tú kanst til dømis siga við hana, hvat tú hevur hoyrt, og at tú fegin vilt vita, um tað passar. Tú kanst eisini siga við hana, at tú ert kedd um tað tú hevur hoyrt, tí at tú ertvart so glað fyri, at eruvóru vinkonur. So finnur tú vónandi fram til, hvat hon veruliga heldur.
Sum tú heilt víst veitst, so hendir tað tíanverri ofta, at vinkonur klændrast, og so verða góðar aftur. Eg vóni, at tað eisini verður soleiðis hjá tykkum báðum.
Góða eydnu. Tú ert altíð vælkomin at skriva ella ringja til Tú & Eg Ráðgevingina.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin