Hey tú, ið ert keddur!
Takk fyri brævið! Tú dugir rættiliga væl at greiða frá, hvussu tú hevur tað, og tú gert tær nógvar tankar um, hví støðan er, sum hon er. Tú sigur sjálvur, at tú møguliga hevur onkran sálarligan trupulleika. Tú kanst í hvussu er hava rætt í, at tú hevur kensluligar trupulleikar, tá tú hevur trupulleikar við at viðganga og vísa tínar kenslur. Kanska roynir tú at síggja glaður út, so at tey rundanum teg ikki koma við viðmerkingum um, at tú ert keddur, negativur ella okkurt annað? Tað at tú kennir teg keddan og einsamallan, kanst tú fáa hjálp fyri. Tað hevði verið gott hjá tær at kunnað tosað við onkran vaksnan, t.d. tín flokslærara ella heilsufrøðingin í tínum skúla. Tað er ikki vist, at tú fært tosað við tíni foreldur um, hvussu tú hevur tað. Tað ljóðar ikki sum tú og mamma tín tosa væl saman í løtuni. Kanska vilt tú hava hjálp frá onkrum at greiða mammu tíni frá, hvussu ringt tú hevur tað? Um tú heldur áfram at lata sum um tú hevur tað gott, kemur tú at blíva enn einsamallari við tínum tankum og trupulleikum. Tað er ringt at ganga við einari kenslu um at vera ónormalur, ikki at vera sum tey flestu. Men legg ikki so nógv í, hvat onnur siga um tín klædnastíl ella um hvørjar vinir , ið tú hevur. Tað, sum er mest umráðandi við vinfólki, er at tey geva tær nakað gott og at tað gevur meining fyri tykkum at vera vinfólk. Gangi út frá, at tær dámar samveruna við tín 65 ára gamla vin, tí tú kennir teg væl viðfarnan av honum. Og at smílandi børn fáa teg at smíla, er bara positivt fyri teg. Tú hevur púra rætt í, at tað smittar at smíla. Tí ljóðar tað sum um at tær dámar at smílast og vera glaður , og at tú leingist eftir at gera meira av tí. Hvør orsøkin er til at tú ert í ringum lag, kemur tú sjálvur eitt sindur inn á. T.d. kann happingin hava ávirkað teg nógv, og um tú ikki trívist heima, kann tað eisini ávirka teg nógv. Tí hevur tú brúk fyri at finna út av, hvat tað er, sum nívir teg mest. Tú kanst altíð venda tær til okkara og kjatta ella tosa við ein av ráðgevunum. Tað kann vera gott at sleppa at lufta tankunum yvirfyri einum, sum tú ikki kennir og sum ikki kennir teg. Ráðgevin kann m.a. hjálpa tær at finna fram til, hvønn tú kanst fáa hjálp frá, har tú ert. Sum tú hevur lagt merki til, so er ein knøttur “leita í brævkassanum” trýst á hann og tú finnur bólkanar, so at tú ikki skalt noyðast at fara gjøgvnum fleiri hundrað brøv.
Vóna at hoyra aftur frá tær!
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin