Search
Close this search box.
Hey. Hinir dreingirnir happa meg tí at eg sleppi ikki at vera úti tá foreldrini eru farin í song. Tá eg eri úti um kvøldið ringir mamma ella babba og biða meg koma heim, eg spyrji so um eg kann vera 1 tíma aftrat so siga tey ”Nei, tú skalt heim nú tí vit fara í song og so skalt tú vera heima” Hvat skal eg gera.

Takk fyri brævið.
Tú skrivar at hinir dreingirnir happa teg, tí tú ikki sleppur at vera seint úti. Happing skal ein ikki finna seg í, óansæð hvat tað snýr seg um, ella hvør tað er sum happar.

Tú skrivar ikki um tað er vanligar skúladagar ella í vikuskiftunum, at tú ikki sleppur at vera seint úti. Tú skrivar heldur ikki hvat tú heldur er seint. Tað er munur á um man skal tíðliga upp um morgunin ella ikki, og tað kanst tú tosa við foreldur tíni um. Tú ert 15 ár, so tað ber til hjá tær at tosa siðiliga við tíni foreldur. Sig teimum hvørjar trupulleikar tað gevur tær, tá tú skalt so tíðliga heim. Tú kanst eisini siga teimum, hvat tú metir er rímiligt. Tit kunnu so gera eina avtalu um, nær tú skalt vera heima, alt eftir hvør dagur tað er. Og eru foreldrini farin í song tá tú kemur heim, kanst tú avtala við tey, at tú vakir tey tá tú kemur. Tað er eisini av týdningi, at tú heldur avtaluna so foreldrini vita at tey kunnu líta á teg – t tú til dømis ikki ringir hvørja ferð og skal gera nýggjar avtalur.
Foreldrini hjá tær hoyra sjálvandi nógv um tað keðiliga, sum hendur úti um kvøldarnar og eru møguliga bangin. Tey vita eisini, at tú hevur brúk fyri at fáa nokk av svøvni fyri at tú skalt vera væl fyri í skúlanum næsta dagin. Og hesi tingini noyðast tey sum foreldur eisini at hugsa um.

Í mun til dreingirnar sum happa teg, skal tú royna at siga við teir, hvussu tingini eru heima hjá tykkum, og hvørjar avtalur tú hevur við tíni foreldur. Eru teir góðir vinmenn, so skilja teir teg og virða tykkara máta at gera tingini uppá heima hjá tykkum.

Tað er annars óført, at tú skrivar til okkum, og at tú hevur áhuga at loysa tínir trupulleikar.
Vónandi kanst tú brúka svarið og vónandi fært tú eina rímiliga avtalu við foreldrini.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…