Heey! Eg haldi eg eri rættiliga breið (um miðjuna). Tað er mega irriterandi, tí eg passi ikki nógvar buksur o.s.fr. Er tað nakað man kann gera fyri at minka um “formarnar”.

Sum tað ljóðar á tínum brævi, so ert tú ónøgd við tín kropp. Øll hava vit ymiskar formar og eingin passar í øll klæðir. Tí kanst tú royna at finna eitt snið sum passar tær og tínum kroppi. Eitt sum kanska eisini hevði verið ein møguleiki, er at venja vøddarnar í kroppinum, á tann hátt kann formurin kanska broytast. Tað kundi tú spurt um í einum fitness-centri, tey vita nógv um hvussu vøddarnir best kunnu venjast.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg