Góða tú, sum ikki klárar teg í skúlanum!
Fyrst og fremst vóni eg, at tú orsakar, at hettar svarið kemur so seint. Tað at dagdroyma er ikki ein sjúka. At dagdroyma kann vera ein flýggjan frá gerandisdegnum, ið møguliga ikki er akkurát, sum ein kundi ynskt sær. At dagdroyma er eisini eitt slag av ynski-hugsan, har ein hugsar sær til, hvussu lívið ein ynskir sær kundi verið.
Tað ljóðar sum um, at tú er kreativ, tá tú hevur skrivað eina søgu til ein film. Tá ein er kreativur, kann tað vera gott eisini at vera ein dagdroymari, tí tá kann ein t.d. síggja søguna, ið ein vil skriva fyri sær, áðrenn ein fer í gongd við at skriva søguna.
Tó er tað ikki gott, at tú dagdroymir so nógv í skúlanum, at tað gongur út yvir tínar karakterir. Tað virkar sum um, at tú hevur brúk fyri at dagdroyma nógv. Er tað ein møguleiki, at tú kanst gera tað uttanfyri skúlatíð? Tú kanst møguliga seta tær tíð av til at dagdroyma, og so skriva dreymarnar niður. Tá tú so ert í skúlanum, kann tú gleða teg til at sleppa aftur til dreymarnar. Tó er tað týdningarmikið, at tú fylgir væl við í skúlanum og gert títt besta. So kanst tú løna tær sjálvari við einari góðari dreymaferð aftaná skúlatíð.
Tað at dagdroyma er ikki nakað ringt ella keðiligt. Vit gera tað øll, summi meira og onnur minni. Tó er tað týdningarmikið, at ein ikki bert livir í eini dreymaverð, ið ein sjálvur hevur gjørt, men eisini livir í tí “veruligu” verðini, og møguliga roynir at gera teir góðu dreymarnar til veruleika har. Vónandi hjálpti svarið tær.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin