Hey. tit velja sjalvi um tit kunnu koyra mítt bræv út her ella ikki. kanska helst ikki, høvdu tit kunna bara givi svari út. tí vil helst ikki nakar skal kenna mítt bræv ella sodan.. takk fyri :) problemi er so tad at eg og ein drongur hava veri saman. saman leeeingi. vit hava kenst í cirka 3-4 ár nú?. vit vóru saman ofta í week eg var altid og vitjadi hann í week osv. men so tilendans fann eg údav at hann var ódtrúgvur ímóti mær vid mini bestu vinkonu tvær ferdir aftanfyri mín rygg. hann byrjadi at lúgva, kanska ikki um stór ting, men alikavæl.. so hoyrdi eg tad frá minum vinum beinaveg aftnaá osv, orduliga iriterandi naka.. men ja hann var so ódtrúgvur, og eg var ód inná hann og hana í eina tíd, men eg fyrigav honum næstan beinaveg aftaná! TÌ eg var alt ov gód vid hann, eg klári slett ikki lata hann fara likamikid hvussu óndur hann hevur veri ímóti mær, so er tad sodan tá id eg droppi hann, tá føli eg sum um EG havi skildina fyri tad, ella eg koyri altid skildina údyvur meg, tí eg vil allatid hava hann aftur, altid følt at hann er akkurat fyri meg, sjálvt um hann ikki er tad.. vit hava havt on and off forhold RATTULIGA ofta.. hann hevur frýggja vid gentum frammanfyri meg.. eg droppadi hann í eina tíd, so fekk hann eina damu og eg bleiv simpulten so sjalu.. hann byrjadi so at skriva ofta saman vid mær aftur, hann reindi og reindi eftir mær ímedan hann hevdi hasa damuna, og sjalvandi fall eg meir og meir fyri honum.. vit fóru so í song saman ímeedan tey vóru saman. ikki gott! eg plagi ALDRIN at finna uppá at fara saman vid einum drongi tá eg veit hann hevur damu! føli meg so frekan og bíttan, men tad var jú HANN, hann átti at vera MÌN! hann segdi at hann var nógv meir forelska í mær enn í henni! hann hevur altiid veri so fittur ímóti mær tá hann skriivar saman vid meg osv.. men AJA, vídari til nú, eg havi reint at spælt mega køld vid hann osv. hann skrivar til mín ONKUNTID nú. eg vil oorduliga hava at hann skal ringja, skriva ella bara viiitja meg onkuntid. hann hevur aldrin vitja meg enn, tad var aaaltid eg sum kjempadi meir fyri hann. eg hugsi altid nú : heevdi hann bara komi íDAG, hugsi um hann hvønn dag. gráti ofta ádrenn eg fari ísong, sakni hann simpulten so illa. eg havi eisini sa hann á myndum veri sodan nar vid adrar gentir, mussa tær osv.. hann er ikki naka verdur, men tad sýggji eg bara ikki. nú hava mínir tænkar vant seg vid at eg MÀ hava hann aftur og tad er problem vid mæær, sjalv um tad er problem vid honum! eg havi einki annad gjørt enn at veri fitt vid hann hvørja tíd einastu ein ferd.. eg veit ikki hvussu eg sleppi yvur hann nú tá minir tænkar eru orduliga broyttir. eg havi so ofta bara gódan hug at ringja til hann ella okkurt og siga at eg sakni hann so illa. MEN MEN ? .. hvat skal eg gera? tad er SLETT ikki lætt.. umskylda brævi bleiv SO langt! havi bara nógv uppá hjarta.. annars, vil ikki tosa vid mammu mina, papa min, sistranar osv um tad. ikki eingong minir vinir, tí teir eru soo troyttir av at eg altid skuldi gráta yvur hann osv.. nú vil eg bara sleppa av vid øllum, vil bara finna ein nýggjan og vera glad fyri hann. hvat skal eg geera? annars takk fyri hjálpuna um tit so hjálpa! hopi tit hava OKKURT lítid rá í so er. 1000 takk! :)

Hey hey!
Fyrst mugu vit gera tær og øðrum greitt, at vit ikki fáa svara brøvum privat. Tit eru ónevnd, og vit fáa tí hvørki mailað ella ringt aftur til tykkara. Øll brøv verða løgd út á okkara heimasíðu. Um tú ynskir, at hetta verður millum okkum, kanst tú kjatta ella ringja til okkara.

Tað er gott, at tú vendir tær til okkara, tí tað er best at tú fært tosað við onkran, fyri at koma víðari. Tað ljóðar sum vinirnir og familjan eru móð av at hoyra um hetta og ikki skilja, at tú tímir at brúka títt lív upp á handan dreingin. Tey ynskja tað besta fyri teg og føla seg kanska líka hjálparleys sum tú. Tú kennir hansara góðu síður og tit hóska kanska væl saman. Men hann fer illa við tær, tað er eingin ivi um tað. At hann fer við tíni bestu vinkonu og fríggjar við einari aðrari frammanfyri tær er sera ljótt gjørt og vísir manglandi virðing fyri tær. Tá tú ikki tímir longur, roynir hann at fáa teg aftur. Hann spælir við teg og er egoistiskur. Ótrúskapur er niðurbrótandi fyri sjálvsálit, álitið á onnur menniskju og annað.

Tú skrivar, at tú bara hevur verið góð við hann. Tað ljóðar sum tú ikki hevur sett honum nøkur krøv og ikki sagt, hvussu nógv hansara atburður særir teg. Eg veit ikki, um tú hevur sagt honum, at tú ynskir  ikki, at hann hevur aðrar við síðuna av. Tað vænta gentur sum oftast og halda, at tað er óneyðugt at siga hart. Um tú fert aftur til hansara, kann tað tulkast sum at tú góðtekur hann, sum hann er. Men um tú vilt halda fast við hann, mást tú siga honum, hvussu hansara ótrúskapur særir teg. Eisini mást tú seta honum treytir: at tað bert kunnu verða tit bæði aftur, um hann ikki fer við øðrum.

Tað er ikki tín skuld ella tú, sum ert órímilig. Tá ein er í einum parlagi, ynskir ein vanliga at vera trúgvur og tað er vanligt at kenn seg sviknan, um makin hevur aðrar við síðuna av. Um tað hendir eina ferð, er tað kanska gjørligt at royna at gloyma og fyrigeva. Men um tað hendir ofta, er ein noyddur at gera upp við seg sjálvan um tað nakrantíð verður øðrvísi og um ein vil góðtaka tað. Tú ynskir óivað, at hann broytist, men sum tú veitst, kann ein ikki broyta onnur fólk. Tú kanst broyta nakað við tær sjálvari. Tá er kanska ein møguleiki fyri, at hann fær størri virðing fyri tær og vil hava teg aftur. Um ikki, er tað besta tú kanst gera fyri teg sjálva at læra teg sjálva og tíni ynski og kenslur at kenna. Lær at merkja, hvat er gott fyri teg og ikki. Eitt kinesiskt orðatak ljóðar nøkurlunda soleiðis: “Um tú elskar onkran, lat hann tá flúgva frítt og gleð teg,um hann kemur við egnum vilja aftur til tín.” Kærleikin kann ikki trýstast  fram. Tú gert tað rætta við at halda teg burtur og lata tað vera upp til hansara at koma til tín. Tað kann ikki vera meiningin, at tú mást stríðast  fyri at fáa hann aftur hvørja ferð. Tá er áhugin hjá honum ikki nóg stórur. Kanska elskar hann ikki teg, men tað at tú ert so forelskað í honum.

Minst til, at tað er týdningarmikið at vera góður við seg sjálvan fyrst og fremst. Tí er gleðiligt, at tú sært meira veruligt upp á støðuna og ynskir broyting.

Tað besta tú kanst gera fyri teg sjálva í longdini er at lata hann fara sína egnu leið.Tað verður trupult í byrjanini. Tú upplivir jú eitt tap og ert noydd at geva tær tíð at syrgja og koma víðari. Hugsa um hann sum fortíð. Tað nyttar ikki at skunda sær inn í eitt annað parlag. Tað verður betri við tíðini, tað er heilt víst. Tú kanst fáa tað gott saman við einum øðrum og tú kanst verða forelskað aftur. Men tú fert kanska at samanbera allar við hann. Vónandi kanst tú brúka hesar upplivingar til nakað gott og læra at velja hasa typuna frá.

Tað tú kanst gera er at lata tíðina arbeiða lekja sárini. Lurta eftir tónleiki og skriva tínar tankar í dagbók.

Tað kann hjálpa at seta orð á upplivingar og kenslur. Tú ert ung og hevur lívið framman fyri tær.

Tú ert altíð vælkomin at venda tær til okkara aftur!

Øll góð ynski til tín frá okkum!

Tú & Eg Ráðgevingin

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt