Search
Close this search box.
Í okkara flokki hava vit eina kliku, har tað bara eru tey populeru børnini í, eg vil ikki í klikuns tí tey eru mega dramatisk, men har er ein genta í sum eg elski at fylgjast við, men vit kunnu ikki fylgjast so ofta, tí at hinar genturnar dáma ikki meg. Hvat skal eg gera?

Hey

Takk fyri brævið.

Tað er gott, at tú skrivar inn til okkara og fær sett orð á tað, tú stríðist við. Vit skilja væl, at tú hugsar nógv um hetta. Vit hava øll, óansæð aldur, tørv á stuðli frá hvørjum øðrum. Einsemi og kenslan av at vera uttanfyri er avgjørt nakað, vit skulu hava hjálp til. Men hinvegin so skrivar tú, at tú ikki vilt í hasa klikuna.

Tað ljóðar sum, tú nokkso væl veitst, hvat tú vilt og tað er ómetaliga gott 🙂 Vit hugsa tí at geva tær tvey ráð, sum tú kanst hugsa um:

  • Hvat heldur tú er stuttligt at gera?

    Sum børn og ung fáa nógv av okkum vinir, tá vit ganga til okkurt frítíðarítriv. Vit møtast í skúlanum, til ítrótt, til okkurt kreativt, o.s.fr. Vit eru øll ymisk og tíma at gera ymisk ting, og hetta hevur eisini sína ávirkan á vinabond.

    Tað kann verða ringt at fáa nýggjar vinir, men tað ber væl til. Tað krevur, at tú setir teg í samband við onnur. Nú veit eg ikki, hvat tær dámar at gera ella hvat tú heldur vera stuttligt, at fáa dagin at ganga við. Men, eitt hugskot kundi verið at fara at ganga til okkurt frítíðarítriv? Nú veit eg ikki, hvar tú býrt, men kvøldskúli er í nógvum bygdum og býum, sum bjóðar nógv kreativt og stuttligt. Tá ein gongur til okkurt, kemur ein í samband við nógv fólk við somu áhugamálum sum ein sjálvur.

  • Um tú ynskir betri samanhald í skúlanum, so vilja vit ráða tær til, at tosa við læraran hjá tær. Tosa við ein lærara, sum tú følir, tú hevur tað gott saman við. Tey vilja gjarna hjálpa tær. So kunnu tit tosa um eina loysn, sum er tann rætta fyri teg.

Vit vóna at hetta svarið hjálpir tær. Tú er altíð vælkomin at skriva ella ringja aftur til okkara, um tú vil tosa meira.

Vinaliga,

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…