Search
Close this search box.
Hey! Eg eri bangin fyri at blíva feit! Eg eri 167 cm og vigi 51 kg. eg verið ofta spurd um eg ikki fái eta ella um eg havi etingarólag, men tað havi eg absolutt ikki! eg eti nógv (haldi eg í hvussu so er) eg eti 1-2 breyðstykkir til morgunmat og 2 til døgurða, og ofta gularøtur ella okkurt annað. so plagi eg at fáa mær cornfleks tá ið eg komi úr skúlanum og so náttura og kanska okkurt áðrenn eg fari í song. eg leggi ikki so nógv í um eg eti nógv, og eg kann eisini eta nógv tí eg taki ikki uppá (skal sigast at eg gera ítrótt). Míni foreldur eru bæði yvirvektig, og tí eri eg sera bangin fyri at eg eisini komi at vera yvirvektig seinni í lívinum. tí eg eri jú bara 14 ár, og nógv kann broytast við mínum kroppi. eg havi roynt at passa eitt sindur uppá at eg ikki eti ósunt, men tað dugi eg seriøst ikki! hvat skal eg gera??    

Hey og takk fyri brævið !
Ja, tað er keðiligt at fáa slíkar viðmerkingar um vektina, bæði hjá fólki sum viga ov nógv, men sanniliga eisini hjá fólkum, ið eru kløn. Út frá tí, ið tú skrivar, ljóðar tú sum ein sunn og skilagóð genta. Sum nú er, ert tú kløn og kanst eta tað tú vil uttan at taka uppá, men tú hugsar um, um tú fert at blíva tjykri seinni. Okkara kroppar eru ymiskir, summi taka lætt uppá í vekt og onnur ikki. Summi hava somu vekt alt lívið og hjá nógvum broytist vektin. Vit kunnu tó gera okkara fyri at halda eina sunna vekt, og tað er við at eta sunt og røra okkum. Tað er ringt at halda seg frá ósunnum, men man kann royna at avmarka seg soleiðis, at man bert etur ósunt í vikuskiftum ella onkrar ávísar dagar. Í ár er kostár, so um tú fylgir við í miðlunum og líknandi, fer tú óivað at fáa nógv góð ráð viðvíkjandi sunnum kosti og heilsu. Eisini eru heimasíðir sum t.d. www.altomkost.dk , ið er um mat.  

Blíðar heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…