Góði Knassin
Takk fyri brævið! Tú ljóðar sum ein ordiliga góður vinur at hava! Tað tú kanst gera er at framvegis vera ein góður vinur: Stuðla honum, tosa við hann og fortel honum at tú fegin vil hjálpa, um tað er nakað tú kanst gera fyri hann. Soleiðis kanst tú kanska vera við til at stuðla honum, soleiðis at hann kanska fær neyðuga sjálvsálitið. Men tú fært jú ikki tikið stigið fyri hann, ella funnið damuna fyri hann.. tað er nakað hann sjálvur má taka stig til. Men sum sagt, so kanst jú vera ein góður vinur hjá honum á leiðini.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin