Góða tú sum ert knúst!
Út frá brævinum tykist tað, sum tit eru bæði góð við hvønn annan, men hava havt ávísar trupulleikar í parforholdinum. Tit hava verið par, og so gjørdi tú tað liðugt. Tú vilt hava hann aftur, men nú ivast hann. Tað er torført, tá ið trupulleikar eru, men umráðandi er, at tit tosa um tað. Tað er eisini væl møguligt at hann er keddur, og vil hava eitt sindur av tíð.
Eg havi eina kenslu av, at tit tosa væl saman og tað er gott. Tað er soleiðis lívið kann koma víðari, tá ið trupulleikar eru. Um tit halda áfram við at tosa, og vilja geva hvørjum øðrum tað tíð tað tekur, so vænti eg, at tit fara at finna útav, um tit skulu halda áfram sum par ella ikki.
Tit hava so eitt gott grundarlag – tit eru bæði forelskaði.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin