Góða tú.
Tað má sanniliga vera keðiligt, at vinkona tín er í Danmark, so tað er slett ikki løgið at tú ert kedd. Kundi tað ikki verið ein møguleiki, at tosað við vinkonuna í telefon? Tú kundi forklárað foreldrunum, at tú vilt sleppa at tosa við hana, og so kundu tit avtalt nær, og hvussu ofta, tú kanst ringja til hennara? Og hvat við at skriva henni eitt gott gamaldags bræv? Tað er so huganligt at fáa. Um tað fellir tær lættari at skriva á teldu, so kanst tú printa tað út og senda tað í einum penum brævbjálva. Men sum sagt so er tað als ikki løgið at tú ert kedd, um at ein av tínum bestu vinkonum er flutt av landinum, tað er heilt natúrligt at kenna sorg í tílíkum føri.
Summum dámar væl at skriva dagbók um sínar kenslur, tá tey hava tað ringt. Tað kann virka næstan líka so væl, sum at tosa um tær. Tað kundi tú kanska roynt um tú hevur hug til tað. Men tað ljóðar sum um tit hava verið rættiliga góðar vinkonur og fyri at halda eitt gott vinarlag viðlíka er umráðandi at hava kontakt við hana.
Nú sigur tú einki um, um vinkona tín er flutt, og ikki kemur aftur ella um hon bara skal vera vekk í ein tíð. Men brúka hinar vinkonurnar sum tú hevur rundan um teg, tað kann vera at tær ikki eru líka góðar at tosa við sum hin í Danmark, men royn at fáa tað besta burturúr støðuni. Tað verður so trist hjá tær um tú bara skal sita heima og leingjast, vita um ikki onkur er sum tú tosar væl við og kann hava tað stuttligt saman við.
Og foreldrini hjá tær, ja tey skilja kanska ikki alt, tað gera foreldur ikki altíð, men tey eru góð við teg allíkavæl. Lat tey vita tá tú ikki hevur tað gott, tað kann vera at tú bara hevur brúk fyri einum klemmi ella einum troystandi orði, tað vita tey hvat er, so brúka tey til at ugga teg tá tú er kedd. Tað er gott bara at hava onkran sum bara er har tá man hevur brúk fyri tí.
Alt tað besta og skriva endiliga aftur um tú hevur tørv á tí.
Tú & Eg Ráðgevingin