Search
Close this search box.
Eg eri ein 14 ára gamal drongur sum vil vita um eg kann flyta til pápa mín uttan at mamma mín vil? Tey eru farin frá hvørjum øðrum fyri 7 árum síðani. Eg eri sloppin at búgva har í eitt ár fyri mammu. Eg ætli bara at spyrja um eg so sjálvur ráði yvir, um eg vil búgva har longri?

Takk fyri brævið, og orsaka at vit svara so seint. Viðvíkjandi spurningi tínum, um tú kanst flyta til pápa tín uttan at mamma tín vil, so avhongur tað av hvør hevur foreldramynduleikan. Tú sigur einki um hvør hevur foreldramynduleikan, men er tað mamma tín, so skal hon takast við uppá ráð um tú vil flyta til pápa tín. Tað er ikki ein avgerð tú kanst taka uttan um hana. Sostatt ræður tú ikki sjálvur yvir hvar tú vilt búgva. Men tú hevur rætt til at verða hoyrdur í málinum, tá tú ert so gamal. Men man vil altíð hyggja at tí einstaka málinum og tí einstaka barninum og taka eina støðu út frá umstøðunum í tínum føri. Um tú vilt vita meira um hvørji rættindi tú hevur, og hvat gerast kann fyri teg, kanst tú ringja til Ríksiumboðið á telefon 351200. Har er opið mánadag til fríggjadag frá klokkan 10-14.

Men tað sum eg vil ráða tær til fyrst og fremst, er at taka eitt prát við bæði foreldur tíni, har tit øll kunnu koma til orðanna um málið. Tað er ógvuliga týdningarmikið. Tí tað allarbesta er, um tit sjálvi kunnu loysa málið í sátt og semju og gera eina avtalu uttan innblandan av myndugleikum. Men annars er møguleiki at venda sær til Ríkisumboðið fyri at fáa hjálp í málinum, um tit hava tørv á tí. Men royn tann fyrra møguleikan fyrst. Tú ert altíð vælkomin til at venda tær aftur til okkara, um tú hevur fleiri spurningar.

Góða eydnu.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…