Search
Close this search box.
Dulnevni: Kreft Aldur: 15 ár Hey! Passar tað, at um tú hevur nógv hvítt á tunguni, so kann tað vera eitt tegn uppá lungakreft? Dulnevni: Krabbamein Aldur:   Hvørji eru tegnini á øllum teimum ymisku krabbamein-sløgunum? Td tað at hava “hvíta” tungu, er tað eitt tegn uppá lungakreft?

Hey!
Hvít tunga, ella tá ein gerst hvítur omaná tunguni, kann tað hava ymiskar orsøkir. Tó er lungnakrabbi ikki ein orsøk. Orsøkirnar kunna t.d vera, deyðar húðkyknur, sum leggja seg á tunguna. Hetta hvørvur, tá ein bustar tennirnar og tunguna regluliga. Ein kann eisini fáa eina hvíta yvirflatu á tunguna, av einari sokallaðum soppabruna. Hettar kemur av einum soppi, sum eitur candida, og vit hava hendan soppin á okkum. Hann er pinkalítil og sæst ikki og er heldur ikki farligur. Um vit blíva sjúk ella taka onkran heilivág, sum ávirkar okkara immunverju í kroppinum ( tann verjan, ið hjálpir okkum at halda okkum frísk), so kann hesin soppurin vaksa og t.d. gera tunguna hvíta.   Tað eru nógv ymisk sløg av kreft, eisini kallað krabbi. Tað er ringt at siga øll tekini, á teimum ymisku sløgunum, men um man t.d. bløðir úr opningunum í kroppinum ella kennir seg illa til passar, hevur ringan matarlyst og orkar lítið í longri tíð, so eigur ein at fara til lækna og kanna, hvat kann vera orsøkin.
Vónandi kundi svarið hjálpa tær, og tú er altíð vælkomin at skriva aftur til okkara.

Vinarliga heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…