Search
Close this search box.
Eg eri bangin um, at eg havi angist, ella í minsta lagi strongd. Eg eri til venjing fimm ferðir um vikuna, og havi eisini eitt arbeiði. Eg havi næstan onga orku eftir, og onkuntíð kenst tað sum trýstir øll ábyrgdin í heiminum seg niður á akslarnar hjá mær. Eg havi tikið eina test á netinum(eg veit at tað ikki kann staðfesta nakað ordiligt, men tað kann siga eitt sindur) og hon segði at eg hevði ein feril av angist. Ofta kenst tað sum at eg geri alt ov lítið til nyttu, men seinni sama dag, kann tað kennast sum vil eg svíma tí at eg eri so upptikin. Hvat skal eg gera?

(Seint svar. Við umbering)

Góða Genta

Takk fyri títt bræv
Sum eg skili so venur tú 5 dagar um vikuna, hevur arbeiði umframt skúlagongd. Eftir mínum tykki er hetta sera nógv tú tekst við. Børn og ung hava øll rætt til frítíð og spæl, og tað er umráðandi at man onkuntíð bert hevur seg og sítt at hugsa um, og ikki skula møta til ymiskt og loysa ymiskar uppgávur. Eitt kundi verið, at tú raðfestir tey tingini tú sera fegin ynskir at gera, og samstundis tryggjar tær, at tað er nóg mikið at tíð til at hvíla og gera skúlating. Tað er altíð gott at tosa við foreldrini um slíkt, so tey eisini kunnu hjálpa og stuðla tær í hesum, eisini um tú hevur varhugan av angist ella strongd. Um Angist og strongd fylli nakað í tínum gerandisdegi, er gott at tosa við foreldrini, og síðandi venda sær til kommunulæknan. Tí so kanst tú fáa eina tilvísing til sálarfrøðing og har kunnu tit tosa um tína støðu og leggja ráð fyri hvussu tú arbeiðir við hesum støðum. Tað eru bógv børn og ung í Føroyum sum av og á kenna slíkar støður, og vit hava nógvar góðar sálarfrøðingar sum hava hjálp nógvum børnum og ungum við júst hesum trupulleikum.  Tú ert eisini altíð vælkomin at ringja til Tú & Ráðgevingina á 116 111. Tað er anonymt og kostar einki.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin.

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…