Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr

Kvennkyn

Spurningur:

Hey! Eg eri forelska í einum dreingi, men eg veit simulten ikki hvat hann vil við tí! Vit fjasast fyri tað mesta tá ið vit eru saman, og vit skriva onkuntíð saman, men tað er bara sum at knappliga, so ignorerar hann meg totalt, og so aftur næsta dagin fjasast vit... soleiðis skiftur tað .. ( men álíkavæl inni annanhvønn dag, men kanska hvørja viku.) vit búgva ikki í somu bygd, so vit síggjast ikki hvønn dag... tað er tað sama tá ið eg skrivi til hann... hann svarar seint aftur og eingi smiley... eg eri mega forvirra.... dámar hann meg??? eru vit bara vinir??? P.S. hann segði einaferð við eina vinkonu hjá mær ein genta sum hann dámdi, eisini var so skiftandi.. fyrst rann hon eftir honum og so ignoreraði... tá hevði mín vininda sagt at tað var nokk eitt skoritrix... mann hann royna at skora meg..?

Svar:

Hey kvennkyn!
Tú gert tær nógvar tankar um drongin, ið tú ert forelskað í, og sum tú ikki finnur út. Tú blívur forvirrað, tí hansara atburður er so skiftandi mótvegis tær. Tað er natúrligt fyri dreingir á tínum aldri at reagera soleiðis, og í heila tikið er hatta ein nokkso vanligur máti at brúka, tá ein roynir at síggja eina reaktión hjá tí, sum ein er drigin at. Tú sigur einki um, hvussu tú ert, tá hann er í nánd og hvussu tú reagerar uppá hansara verumáta. Tað ber ikki til hjá mær at siga tær um hansara kenslur fyri tær. Tað er nakað, ið tú mást finna út av saman við honum. Tú kanst royna at finna út, hvat fyri ein sjeik, ið tú vilt hava, og um tær dámar hansara verumáta. Tað kann vera, at hann roynir at skora teg, og tað er so upp til tín, um tú fellir fyri hansara skoritriksi ella ikki. Skoritriksini eru so óendaliga nógv, og tað eru líka nógvar reaktiónir, sum tað eru skoritriks. Summar gentur fella pladask fyri einum, sum ger ella sigur okkurt ávist, meðan aðrar gentur renna undan, tí teimum dámar tað als ikki. Góða eydnu við kærleikanum!

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin