Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr

Kvennkyn

Spurningur:

Halló! Í seinastuni havi eg haft tað heilt av helviti til. Eg havi verið soleiðis skiftandi millum kedd og okay í longri tíð, men í seinastu mánaðirnir er tað bara blivið so ringt! Eg havi mist áhugan fyri øllum teimum tingunum mær dámdi fyrr. Eg eri komin hartil, at einki hevur nakran týdning longur, og alt sum eg plagdi at leggja í er ikki stríðið vert longur. Eg havi onga orku til nakað. Bara tað at fara í brúsu er næstan útlúgvandi, og skúlin kann fara til helvitis, tí eg klári tað simpelthen ikki. Eg fái ikki sovið um næturnar, og sitið tí uppi til kl lort um morgunin. Men tá eg so ENDILIGA sovnið, kann eg sova í ævir. Men eg havi næstan altíð marruna um lygnir, og fólk sum koma eftir mær. Eg veit at eg ikki eri stressað, tí tað havi eg roynt fyrr, og hetta er IKKI tað sama. Eg havi eina konstanta kenslu av maktloysi, og eg føli meg bara so tóma. Sumum at okkurt etur meg innanfrá. Eg eri byrjað at skera meg aftur, bara fyri at minna meg á, at eg føli yvirhøvur (cliché, eg veit. ) Eg havi gottnokk hugsa um sjálvmorð, og veit eisini akkurát hvussu eg skal gera tað. Einasta sum heldur mær aftur, er tankin um hvussu kedd foreldrini hjá mær gerast. Eg eri ein næmingur ið altíð fær toppkarakter, og dugi væl i øllum, so eingin veit av hesum. Eg má vera ein forbannað góður sjónleikari eisini, tí har er seriøst eingin sum veit av nøkrum. Men eg tori eiheldur at siga nakað.. Eg vil bara vekk.                          

Svar:

Góða kvennkynið!

Takk fyri brævið! Tað, sum tú greiðir frá ljóðar sum ein trupulleiki, ið tú hevur havt leingi. Tú fortelur um strongd, ið tú hevur havt fyrr, og at tú hevur skorið teg fyrr og ert byrjað at skera teg aftur. Altso, er hetta eitt framhald av einari ringari støðu frá fyrr, men sum nú er versnað við tíðini. Tað er gott, at tú klárar teg so væl í skúlanum, men tað er samstundis serliga tungt hjá tær, at tú altíð skalt liva upp til krøvini um at duga best ella at vera millum tey bestu. Eg veit ikki, um tað ert tú sjálv, ið setur hasi krøvini, ella um tað eru onnur, t.d. tíni foreldur. Tað ljóðar sum um at tú ikki orkar longur at vera í tí gamla mynstrinum og at okkurt inni í tær er slóknað, tá tú følir líkasælu við alt.

Kanska hevur tú brúk fyri at fáa ein steðg, eina hvíld frá tínum gerandisdegi og farið t.d. á eftirskúla ella roynt at broytt okkurt, so at tú fært annað innihald og aðrar upplivingar komandi tíðina. Tú sigur einki um, at tað eru serligar hendingar, ið hava ført við sær, at støðan er versnað. Viðhvørt er tunglyndi nakað, sum kemur aftaná strongd, men tað ber ikki til hjá mær at staðfesta her, hvat tær feilar. Men tú skalt søkja tær hjálp sum skjótast. Nú veit eg ikki, hvønn vaksnan, ið tú kanst tosa við um støðuna, men tú ert 15 ár, so tú kanst venda tær til heilsufrøðingin í tínum skúla. Um tær manglar hennara tlf nummar ella teldupostadressu, kanst tú fara inn á www.gigni.fo, har tú finnur eitt yvirlit yvir allar heilsufrøðingarnar. Um tú ikki torir at ringja til hana, kanst tú senda henni eitt teldubræv ella kopiera hetta brævið og senda henni tað. Tú kanst eisini venda tær til læknan, sum er tann, sum kann staðfesta, hvat feilar og meta um, hvat er best fyri teg.

Tú ert vælkomin at kjatta við okkum.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin