Hey hey !
Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógv útflot gentur hava. Summar hava nógv og summar næstan einki. Og onguntíð hevur ein bara meira útflot enn ein plagar, sum til dømis beint upp undir mánasjúku. Tú kanst eisini hava fingið onkra kynssjúku. Vita um útflotið hevur nakran lit ella luktar øðrvísi, enn tað plagar. Er útflotið grønligt ella eitt sindur ljóst brúnt, kann tað vera, at bakteriir ella bruni er í. Um tú fært eitt sindur ilt, tá ið tú pissar, kennir teg eyma í undirlívinum ella plettbløðir, kann tað væl vera, at tú hevur onkra kynssjúku. Men tú skalt ikki vera bangin. Kynsjúkur eru tíverri vanligar millum ung, og tær eru sum oftast lættar at viðgera. Men tær eru ikki heilt ófarligar. Og tað besta tú kanst gera fyri at verja teg móti kynssjúkum, er at brúka hít, um fert tú í song við onkrum drongi. Eg haldi, at tú skalt fara ein túr til læknan fyri at vita, um alt hjá tær er, sum tað skal vera í neðra. Læknin ger eina skjóta kanning av tær, og tú fært ikki ilt ella nakað. So sleppur tú eisini undan at vera bangin og stúra soleiðis, og tað er jú bara gott. Hav tað nú so gott!
Tú & Eg Ráðgevingin