Góða tú, ið gerst lætt sjalu!
Takk fyri brævið og teir góðu spurningar, ið tú setir. Tú kemur eisini sjálv við teimum góðu svarunum: At tú hevur havt ein ótryggan uppvøkstur, kann hava gjørt, at tú ert blivin ótrygg og ikki kennir teg nóg nógv sæddahoyrdaelskaða av tínum foreldrum, og tá tú so eisini hevur upplivað svik og manglandi umsorgan frá einum sjeiki, er tað ikki løgið, at tú gerst sjalu.
Tað er ræðandi tankin um at missa, sum ger, at fólk eru sjalu. Tað er ein sera óbehagilig kensla, sum eingin vil vita av, hvørki tann, ið er sjalu ella makin, sum er keddur um, at sjalusi er ein partur av parlagnum. Flest fólk kenna kensluna av at vera sjalu, og tað kann vera av onkrum lívsroyndum, at ein í eitt tíðarskeið hevur verið sjalu. Td, um ein hevur havt ein maka, sum hevur verið ótrúgvur ella hevur roynt at gera ein sjalu. Viðhvørt hava fólk eina grund til at blíva sjalu, og viðhvørt er eingin grund at vera sjalu, sjálvt um ein er sjalu.
Um tú sum barn longu hevur merkt svik og manglandi umsorgan, hevur tú helst longu tá fingið kensluna av ikki at vera elskað, tá tú hevur speglað teg í tínum foreldrum, og út frá teirra reaktiónum hevur tú skapt tær eina mynd av tær sjálvari, antin positiva ella negativa. Tey, ið longu sum børn føla kenslu av sjalusi, fáa hana sum eina varandi kenslu, og tá kann tað verða verri at viðgera enn um ein ikki fær kensluna fyrr enn ein er vaksin. Men tað er eisini góð vón fyri tær, tá tú ert so klár til at fáa hjálp fyri tín trupulleika. Til ber at fáa sálarfrøðiliga viðgerð fyri sjalusi og tað gerst meira og meira vanligt at søkja sær hjálp fyri sjalusi. Tað verður arbeitt við at styrkja sjálvsmyndina, altso ta mynd, ið ein hevur av sær sjálvum, eins og arbeitt verður við sjálváliti og áliti til makan. Viðgerðin kann bæði vera fyri tann, sum er sjalu, men eisini parterapi, har bæði tann, sum er sjalu og makin luttaka. Um tú googlar fakta om jalousi, fært tú eina rúgvu av vitan um sjalusi.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin