Spurnarkassin: Genta, 20 ár spyr
landssvikin sum barn
Spurningur:
Hvat kann eg sum ein (red. 18+) ára gomul genta, sum er svikin av landinum men leys frá Barnaverndartænastuni, gera? Eg eri svikin av fosturforeldraskipani, tí eini fosturfamilju eg búði hjá. Føroya Rættur, flutti meg ikki aftaná eg var seksuelt misbrúk 3 ferðir í sama heimi. Eg havi ikki klára at lisið papírini hjá mær fyrr enn stutt síðani, og føli meg bara meira svikna enn áðrenn, tí í papírinum stendur at eg ikki kundi fara í eitt annað stað tí eg var trupul og krevjandi.
Svar:
Góða Genta,
Takk fyri títt bræv.
Fyri at kunna vegleiða teg í tínari støðu, má tann, sum skal svara, hava meiri ítøkiligar upplýsingar um gongdina í tínum máli og hvat er hent. Eisini er neyðugt at vita, um tú til dømis ynskir at klaga um viðferðina, sum tú hevur fingið. Hetta er ein juridiskur spurningur, sum vit í Tú og Eg Ráðgevingini ikki eru tey røttu at svara.
Fyri at tú skal fáa ítøkiliga ráðgeving í samband við júst tín spurning er Rættarhjálp Føroya tað mest viðkomandi fyri teg at spyrja. Øll kunnu fáa ókeypis yvirskipaða ráðgeving har. Tey kunnu vegleða teg um møguleikarnar fyri at klaga.
Tú kanst eisini royna at venda tær til Løgtingsins Umboðsmann, sum eisini er Barnanna umboðsmaður. Upplýsingar um hendan møguleika eru at finna á www.lum.fo
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin